Endiliga kemur hann aftur

Íslendsk stjørna kemur á G!

Ásgeir spældi á G! í 2013, og tað hevur leingi verið eitt ynski at fáa dugnaliga sangskrivaran aftur til Føroyar. Nú verður tað.

 

Ásgeir spælir á G! Festivalinum í næstu viku.

 

Ásgeir er ein tann mest seljandi íslendski tónleikarin. Hann hevur vunnið fleiri virðislønir í Íslandi og eina Best Nordic Album Of The Year 2012, kosið av Nordic Music Prize. 

 

Ásgeirsa tónleikur er kensluborin og dreymandi, og hann er ikki bangin fyri at vera eyðmjúkur og inniligur. 

 

Ásgeirsa 3. heildarútgáva ‘Bury The Moon’, ella ‘Sátt’ á Íslendskum, kom út í 2020 og hevur fingið fleiri ummælarar at doypa hann tann íslendska Bon Iver. Sjálvur sigur Ásgeir, at tónleikurin hann er vaksin upp við og lurtar eftir, hevur eina stóra ávirkan á, hvussu tónleikurin hjá honum ljóðar

 

Ásgeir spælur á Gøtusandi leygardagin.