Endiliga kemur Kenny

Nógv hava verið um boði, men nú er sáttmálin undirskrivaður, og Kenny Rogers kemur endiliga til Føroya Sannað og avsannað, undirskrivað og ikki. Eingin hevur vitað, um The Gambler veruliga var ávegis til Føroya ella ikki. Undir øllum umstøðum hava nógv verið um boði, men sáttmálin endaði hjá Sp/F Holmen.

Stigtakarar til hetta partafelagið eru Benny við Sandá, Eyðun Simonsen og Hans Jørgen Djurhuus.

Benny við Sandá sigur soleiðis um støðuna.

- Vit hava leingi vitað, at føroyingum dáma ótrúliga væl Kenny Rogers, og tí hava vit nú tikið stig til, at geva føroyingum hesa upplivingina.

Men Føroyar er ikki einasta landi, ið Sp/F Holmen skal føra Kenny Rogers fram.

- Vit hava eisini konsertirnar í Norra og Danmark um hendi, og vit fara í september á rundferð við Kenny í hesum londunum, sigur Benny.

 

Verið á countrytoppinum í 50 ár

Kenny Rogers er ikki ein og hvør í countryheiminum. Hann hevur verið á toppinum í 50 ár, og hevur givið 45 fløgur út, umframt at hava vunnið eina ørgrynnu av virðislønum fyri sín tónleik.

- Hann er ein legenda, og vit hava sjálvir sæð upp til hansara, og lurtað eftir hansara tónleiki í nógv ár, so tað er veruliga ein heiður, at standa fyri hansara rundferðum í Norðurlondum, sigur Benny við Sandá.

Kendir sangir hansara hava rungað kring knøttin í hálvt hundrað ár. Kendasti sangur hansara má allarhelst verða ?The Gambler?. Onnur kend løg eru til dømis ?Islands in the Stream?, ?Ruben James?, She Believes in Me?, We?ve got Tonight? og so framvegis.

Alt hetta, og nógv annað, verður at hoyra, tá Kenny Rogers ?The Gambler? fer at runga á NAB.