SAMRØÐA
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Jens K. Vang (mynd)
Vit sita inni í hugnaligu lesistovuni hjá Hensari Anthoniusen á Morkranesi. Stovan er full av bókum frá gólvi og upp undir loftið. Har er ikki ein blettur á vegginum berur og hevði tað borið til at hongt reolir upp á hurðini og gluggan við, so hevði Hensar gjørt tað. Allar hillar eru fullar. Og stór rúgva stendur eisini á gólvinum. Yvir 2000 bind eru savnaði á hesum lítla stað og pláss er ikki fyri øllum bókunum hjá Hensari. Hetta er eitt tað størsta privata bókasavnið við andaligum bókum sum høvuðsevni í landinum.
- Eg havi ikki pláss fyri øllum bókunum. Eg havi latið bókasavninum í Stranda Skúla nakrar hundrað. So kunnu næmingarnir har fáa gleði av teimum, sigur Hensar og ressar seg í djúpa reyða lenistólinum. Hann er eitt sindur boygdur, skallutur og hevur nakað álvarsligt yvir sær. Hann sær belisin út.
- Jú endin er nær. Tað hoyra vit um í tekstinum til annan sunnudag í advent, men tekin eru eisini í sól og mána og stjørnum um at endin er nær. Les bara skriftirnar og hygg eftir, hvat hendir í Miðeystri í dag. Tað verður ongantíð aftur friður í Miðeystri. Og her heima síggja vit eisini, at endin er nær. Hygg eftir hjúnarlagnum. Sáttmálar vera inngingnir millum fólk um heilaga hjúnalagið og stutt eftir eru sáttmálarnir upploystir, eitt greitt tekin um at endin er nær, sigur Hensar Antoniussen.
- Men eg óttist ikki endan. Tað snýr seg um at vera tilbúgvin og tá er endin ikki nakað ringt, sigur hann.
Hurðin gongur og ein vøkur postkvinna av Strondum kemur inn um dyrnar. Hon hevur ein lítlan pakka í hondini. Tað er heilivágur úr Heilsu úr Havn. Hensar fer eftir pengum og pakkin verður avgreiddur.
- Eg lesi nógv og tað gongur út yvir eyguni, tí havi eg brúk fyri heilivági, umber Hensar steðgin í samrøðuni og sessast aftur.
Hann er 68 ára gamal, føddur í 18/3 1933, uppvaksin á Morkranesi, sonur Hans og Sunnevu Antoniussen á Morkranesi.
LOVSONGUR Í KELDUNI
Hensar er virkin andaliga og hann ber orð fyri at ferðast víða millum kirkjur og samkomur.
- Eg haldi meg til kirkjuna og missiónshúsið og seinastu tíðina havi eg verið nógv í Kelduni í Skálafirði. Eg eri hugtikin av lovsonginum í hesi samkomu, hóast onnur kalla hetta fyri tað reina klapparí. Eisini tiltalar tað meg, at Keldan ikki er nøkur statsmeinigheit og har er ein so vælsignaður blandingur av ungum og eldri. Eg haldi ikki, at mørkini eiga at vera so stór millum samkomuna og eg trívist allastaðni. Tað er júst barlastin frá bókunum, sum ger, at mítt útsýni er víðari. Eg trúgvi, at tolsemi veksur, meira tú veit. Og reformatión er altíð góð í trúarviðurskiftum, sigur Hensar Antoniussen.
- Sjálvur haldi eg, at andaliga heilsan er eitt sindur svikalig í Føroyum. Føroyingar eru ov lítið trúgvandi, tó onkrum glógvar í kortini. Størsta spillan í føroyskum andslívi kom, tá fiskimenn fóru at arbeiða sunnudag, hetta órógvaði andaligu menningina hjá føroyingum.
Og Hensar tosar av royndum. Hann hevur verið fiskimaður alt lívið. Hann hevur verið við føroyskum fiskiskipum frá tí hann var heilt ungur til hann legðist uppi á landi í 1992 í kreppuárunum. Hann sigldi í samfull 14 ár við toftalínubátinum, Jógvan í Norði.
HILDIN AT VERA MERKILIGUR
- Áhugin hjá mær fyri bókum var ikki altíð so væl upptikin millum fiskimenn, sum als ikki skiltu hendan áhuga. Men tað legði eg einki í. Hevði eg eina fríløtu, so setti eg meg at lesa og tað havi eg gjørt øll árini eg sigldi. Eg havi eisini lisið nógv umborð, tá vit sigldu á ella av fiskileið. Á reisum, sum sjómenn kalla tað.
Og áhugin fyri bókum byrjaði á heilt ungum árum. Sum 10 ára gamal plagdi Hensar at lesa søgurnar í Nýggja Testamenti og hesar hugtóku hann nógv. Síðan fór hann eisini at lesa úr Gamla Testamenti.
- Eg havi ongantíð hildið, at tað hevur verið nóg mikið bara at lesa Bíbliuna. Tú verður noyddur at víðka sjónarringin. Bíblian er leiðutráðurin og bøkurnar eru til fyri at stuðla vitanini. Sum 20 ára gamal byrjaði eg at keypa bøkur, tá eg var í Havn. Men áhugin fyri bókum tók rættuliga dik á seg, tá eg var um 40 ár, sigur hann.
HÁSKÚLI STIMBRAÐI
Sum 28 ára gamal fór Hensar á háskúla í Haslev og beint aftaná á diakonskúla í Århus. Bæði háskúlin og diakonskúlin stimbraðu undir lestrarhugin hjá Hensari og nú legði hann seg serliga eftir bókum, sum høvdu við andaligar lutir at gera. Tað var ikki nóg mikið hjá honum at lesa eitt nú sálmarnar í Gamla Testamenti, nei, hann vildi aftur um sálmarnar. Hann vildi kenna samtíðina hjá sálmunum, hann vildi kenna undir hvørjum umstøðum teir vóru skrivaðir, hann vildi kenna dagsaktuella íblásturin og tástaðni kundi hann draga teir fram til gerandisdagin í dag og tulka teir.
- Eg ætlaði mær at fara at arbeiða sum diakon, men eg veit ikki, tað bleiv av ongum. Men hugurin fyri andaligum bókmentum varð skaptur. Serliga frá tí eg fylti 40 og næstu 10 árini keypti eg nógvar bøkur. Eg hevði samband við ein antikvarhandil í Danmark. Talan var um tveir brøður og teir vóru ógvuliga beinasamir at fáa júst tær bøkurnar til vega, sum eg hevði tørv á. Nú eru teir deyðir, men eg hevði gott samband við teir í samfull 30 ár, sigur Hensar Antoniussen.
- Eg fall fyri gomlum lestrum. Serliga var tað Gruntvig, sum hugtók meg. Eg havi lisið 19 bind av lestrum hjá Gruntvig. Grundvig var ein framskygdur maður og sjálvt um hansara lestrar í dag eru um yvir 150 ára gamlir, so eru teir dagsaktuellur. Eg havi virðing fyri Grundtvig, tí hann var ein djarvur maður. Bøkurnar »Mandsminde« eru fyltar við boðskapi, sum er skrivaður fram í tíðina til okkum. Grundtvig tordi eisini at skriva teimum ráðandi ímóti og hetta førdi við sær, at hann einaferð varð sensoreraður og helt til í Englandi, til sjógvarnir høvdu lagt seg. Hann varð náðaður í 1838, sigur Hensar Antoniussen.
- Mær hevur eisini altíð dámt væl danskar rithøvundar, serliga Steen Steensen Blicher, og H. C. Andersen, men eisini Søren Kierkegaard. Eg haldi, at eg havi lisið alt sum Kierkegaard hevur skrivað. Av føroyskum rithøvundum dámar mær ikki William Heinesen, men mær dámar væl H. A. Djurhuus, Heðin Brú og Martin Joensen.
FORVITIN
Hyggur tú teg um í lestrarstovuni hjá Hensari, so sær tú hópin av djúpum teologiskum verkum. Her standa fleiri bókarøðir um Luther, Kierkegaard og aðrar stórar teinkjarar. Tú sær eisini árgangir av teologiskum tíðarritum og teologiskum avhandlingum.
- Tað kann tykjast eitt sindur løgið fyri tann ið uttanfyri stendur, at eg havi so stóran áhuga í teologi. Eg havi ongantíð sjálvur havt nakrar dreymar um at vera prestur, men eg havi svøltað eftir vitan.
- Eg havi altíð hildið, at tað er ov einstátt bara at lesa Bíbliuna, men hon má vera leiðbeinarin. Nýggj vitan víðkar um útsýnið. Eg haldi tað er av stórum týdningi at seta seg inn í ta tíðina Bíblian er skrivað og síðan føra hana fram til nútíðina, sigur Hensar Antoniussen.
- Mín lestrarhugur botnar eisini í forvitni. Eg haldi sjálvur, at føroyingar eru ov lítið belisnir. Fólk hava ikki so góðan hug at lesa og tað er spell, tí stór barlast er í bókum.
Tað liggur eisini eitt sindur til familjuna hjá Hensari at lesa. Hann átti eitt systkinnabarn í Danmark, ein leirvíking, nevndur Jógvan Hansen, ið nú er deyður. Hann hevði sama áhuga. Men í barnaheiminum hjá Hensari hevur lestrarhugurin neyvan verið meira enn heilt almindiligt í Føroyum.
BØKUR KUNNU SKAKA TRÚNNA:
- Ein vandi við bókum kann verða, at tær kunnu skaka trúnna. Eg havi tó ongantíð mist trúnna, men tað skerst ikki burtur, at nýggj vitan kann broyta tína fatan og broyta hana álvarsliga.
- Men nýggj vitan økir eisini um tolsemi, tú sær ikki alt so svart og hvítt og tú hevur breiðari grundarlag at standa á. Meira vitan økir eisini um tolsemi til onnur trúgvandi og aðrar religiónir: Fólk áttu at lisið meira, sigur Hensar Antoniussen.
Samrøðan er komin at enda, vit kundu kanska fordjúpa okkum í okkurt av evnunum, sum Hensar eigur heili bókaverk um, eitt nú orIginalu Brochmannslestrarbókina, sum var høvuðsvegleiðari føroyinga á andaliga økinum í fleiri hundrað ár, men tað verður eina aðruferð. Nú veit lesarin, at á Morskranesi situr ein lesihestur í sínum heilt egna heimi og oysir av ríkidømi, sum flest av okkum einki vita um, og hann kann vera hollur í ráðum, skuldi tú staðið fastur í onkrum.