Endurhoyr hæddarpunktini frá søguliga HM-sigrinum

(Rás2) Hoyr fimm minuttir við hæddarpunktum frá Rás2 frá søguliga dystinum Føroyar-Chile 31-28 (14-12)

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fimm minuttir við hæddarpunktum frá Rás2 frá tí søguliga HM-endaspælsdystinum millum U21 manslandsliðini hjá Føroyum og Chile. Føroyar vunnu dystin 31-28, aftaná at hava verið á odda 14-12 í steðginum.

 

Tróndur Arge segði frá dystinum á Rás2, og Pole J. Hansen var viðmerkjari til tann søguliga dystin.

 

Hóskvøldið klokkan 20 spælir føroyska liðið ímóti Suðurkorea, sum tapti 29-31 ímóti Noregi. Í sama bólki vann Týskland 25-21 á Ungarn.