Flogbóltssambandið er farið í hold við at viðgera leikreglur fyri bæði yngru og eldru deildirnar, og í hesum sambandi er áheitan send feløgunum um at velja eitt umboð í ein bólk, sum til aðalfundin í apríl skal endurskoða leikreglurnar.
Støða er enn ikki tikin til, um leikreglurnar hjá teimum yngru og teimum eldru skulu endurskoðast undir einum ella hvør sær, men tað er millum annað hetta, ið breiði arbeiðsbólkurin skal viðgera og gera sínar viðmerkingar til.
Jákup Fjallsbak hevur gjørt uppskot um, hvussu reglurnar fyri vaksnamannadeildirnar og barnaflogbóltin kunnu síggja út, og Flogbóltssambandið hevur eisini heitt á hann um at vera við í arbeiðinum.
Málið er í fyrsta umfari, at bólkurin skal kunna leggja eitt liðugt uppskot um leikreglurnar fyri aðalfundin, sum verður í apríl. Ein av nevndarlimunum í Flogbóltssambandinum fer saman við skrivaranum at samskipa arbeiðið.