Endurtøka í finaluni

HB og EB/Streymur,sum ongantíð hevur vunnið unglingadeildina, tryggjaðu sær mikukvøldið plássini í unglingafinaluni, sum skal spælast á mikkjalsmessu

Unglingafinalan í fótbólti í ár verður endurtøka av finaluni í fjør. Tá vóru tað HB og EB/Streymur, sum spældu. Á mikkjalsmessu fæst at síggja, um úrslitið fer at verða tað sama, sum tað var í fjør, ella um tað hesa ferð fer at eydnast teimum í Sundalagnum at vinna. Í fjør vann HB 2-1.
Finalan skal spælast á uttanveltaðum vølli. Í fjør varð hon spæld í Gøtu. Enn er ikki greitt, hvar hon verður, men tað man vera sannlíkt, at hon verður onkra staðni í Eysturoy.
                      Mótstøðuliðið hjá HB í Gundadali var B36. Leikgongdin og úrslitið var staðfesting av, at støðan í yngru deildunum hjá HB er fleiri ferðir betri, enn hon er í B36. HB vann 6-1, eftir at teir høvdu verið á odda 4-0 í steðginum.
                      Jóhan Eyvind R. Mouritsen setti hol á í 10. minutti, og ein minutt seinni økti Eli Thorsteinsson. Í 25. minutti skoraði Svenn Jacobsen, og fýra minuttir undan steðginum økti Rókur av Fløtum Jespersen upp á brotsspark.
                      Stutt eftir steðgin smekkaði Rasmus Nolsøe fríspark í meskarnar, og í 53. minutti var tað ein annar av teimum, sum hevur verið á besta liðnum, Páll M. Joensen, sum skoraði, áðrenn Tummas Rubeksen fyri B36 pyntaði um.
                      Á Mølini á Eiði vann heimaliðið 3-0 á NSÍ, eftir at teir í steðginum høvdu verið á odda við einum máli. Hálvur tími var farin, tá ið Búgvi Øster skoraði. Leif Niclasen, sum hevur snoddað til besta liðið, økti til 2-0, áðrenn Marni Djurhuus, sum er fastur fúsur á besta liðnum, staðfesti við brotssparki, eftir at Arnbjørn Hansen var feldur.
                      EB/Streymur hevur ongantíð vunnið unglingadeildina. HB var meistari í fjør, og síðani unglingadeildin sá dagsins ljós í 1967, hava teir verið meistarar sekstan ferðir.
                      Fyrr í summar vann HB steypafinaluna ímóti Skála. HB sendi EB/Strreym úr steypakapingini, tá ið teir vunnu 6-1 á teimum.