Endurtekur søgan seg?

Johan Petersen


Tjóðveldisflokkurin hevur um dagarnar havt stuðulspedagogar í loysing frá Grønlandi. Sama gjørdu Jóannes og Erlendur Patursson - tá ávikavist úr Noregi og úr Íslandi.

Í kjalarvørrinum á útgávuni av søgu Sambandsfloksins í 100 ár hevur forvitnisligt blaðkjak tikið seg upp og upplýsingar komnir undan kavi, sum eg, og helst nógv við mær ikki hava verið vitandi um.

At Jóannes Patursson hevur verið nazi-sympatisørur er áhugavert í sjálvum sær, men lat tað nú liggja á hesum sinni.

Jóannes Patursson norskur sambandsmaður
At hann hevur havt hjálp frá norðmonnum og hevur ferðast runt um í Føroyum við teimum til tess at niðurgera danir og ríkisfelagsskapin er ikki minni áhugavert.

Erlendur Patursson íslendskur sambandsmaður
Tað sama hevur Erlendur Patursson gjørt við hjálp frá íslendingum.

Tobbi og Høgni grønlendskir sambandsmenn
Og nú eru Tobbi og Høgni Hoydal aftur farnir at ger tað sama við hjálp frá grønlendsku Kubikk Kleist og Lars Emil Johansen.

Teir hava áður havt hesar báðar á rundferð og fingu tá Norðurlandahúsið at lýsa fyri fundarrøðini!!!

Álvaratos, skulu vit ikki lata grønlendingar hava frið at skipa so fyri sum teir vilja og teir lata okkum hava frið at skipa so fyri, sum vit vilja?