Engla er helst burturflutt

Fartelefonin var tað einasta tekinið frá Englu Juncosa-Höglund, men nú er battaríið tømt, og løgreglan hevur tí einki at halda seg til

Svenskir løgreglumenn, her­menn og umleið 200 sjálv­boðin hava síðani leygar­dagin leutað eftir teirri 10 ára gomlu Engla Juncosa-Höglund, sum hvarv, eftir at hon hevði vant fótbólt í Stjärnsund, sum er í Dalarna nakað vestan fyri Gävle.

Síðani Engla hvarv, hevur signalið frá fartelefon hen­nara verið tað einasta tek­in­ið frá henni. Tað vísti, at tele­fonin var inni í einum skógi, men signalið var so mikið veikt, at tað bar ikki til at siga neyvt, hvar tele­fonin var. Í nátt slóknaði signalið, og løgreglan hel­dur, at battaríið í telefonini er tømt.

Løgreglan í Stjärnsund heldur ikki, at Engla er vilst í skóginum.

- Var hon vilst, høvdu vit havt funnið hana. Eg haldi, at vit jagstra ein burtur­flytara, sigur ein talsmaður hjá løgregluni við Afton­bladet.

Í gjár leitaðu løgreglu­menn, hermenn, fólk hjá heima­verjuni og ein hópur av sjálvbodnum eftir teirri 10 ára gomlu gentuni.

- Vit leita allastaðni, og vit leita bæði eftir gentuni og øðrum, sum kann hava týdning so sum ein húgva ella ein vøttur, sigur Knut Jensen hjá heimaverjuni við Aftonbladet.

Spor av bili

Sunnudagin varð súklan hjá Englu funnin. Hon lá inni í skóginum, og tað fekk løg­regluna at halda, at onkur hevur burturflutt gentuna. Løgreglan fann eisini spor frá einum bili. Tey kunnu stava frá bilinum hjá einum møguligum burturflytara, men tað er tó ikki vist, at sporini hava nakað við álopið at gera.

Sambært blaðnum Ex­pres­sen hevur løgreglan illgruna um, at Engla kann vera fjald í einum húsum í granna­lagnum, og tí hevur løgreglan kannað næstan hvørt einasta hús har á leiðini, men uttan úrslit.