ENJO ? vaska bilin uttan sápu

Sum fyritøka leggur ENJO alstóran dent á at verja umhvørvið og at gera nakað munagott til tess at minka um dálkingina á sjógvi og landi. Tað at vaska bilin kann eisini gerast uttan at dálka frá sær

Ein stórur trupulleiki í fleiri londum eru tær leivdirnar, ið renna niður í kloakkir og grundarvatnið, tá bilar verða vaskaðir við sterkum vaskievnum.
Sum fyritøka leggur ENJO alstóran dent á at verja umhvørvið. Fyritøkan bleiv stovnað í Eysturríki av Johannes Engl, ið saman við pápa sínum hevur uppfunnið serstaka tægratilfarið, sum er kollveltandi kjarnin í reinsivørunum, teir framleiða. Teir hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at minka um ta alsamt vaksandi dálkingina í heiminum.
Alt hetta snýrt seg í høv-uðsheitum um vaskiklútar, ið eru gjørdir úr serstøkum tægrum. Hetta ger at nýtslan av sápu og øðrum kemi-kalium kann minkast við 90 prosentum ella meira.
Vørurnar verða einans gjørdar av "ENJO International" í Eysturríki. ENJO vørurnar skulu seljast av útbúnum ráðgevarum, ið geva eina holla kunning um hvussu teir ymisku klútarnir skulu nýtast. Teir hava eina fullfíggjaða reingerðingsskipan, sum kann brúkast í húsarhaldinum, á stovnum, á virkjum ella hvar tað skal vera.
ENJO til bilin
Nú veturin er komin, og bilarnir blíva rættuliga skitnir, eru tað nógv fólk, sum vaska bilin næstan hvønn dag. Tá kann tað vera hent at brúka ENJO-bilvøttin at vaska bilin við. Hesin bilvøtturin er væl egnaður til at vaska lakkeraðar yvirflatur á bilum, bátum, motorsúkklum o.l. Einasta tilfarið sum nýtist er bilvøtturin og vatn.
Bilurin skal fyrst skolast við vatni, so skitturin verður bloyttur áðrenn viðgerðina. Meðan vaskað verður skal bilvøtturin skolast í køldum ella heitum vatni. Best er at byrja við takinum og síðan arbeiða seg niðureftir. Tá bilurin er vaskaður við bilvøttinum, verður hann skolaður soleiðis, at allur tann leysi skitturin rennur burtur. Síðan er bert eftir at turka bilin við ENJO-stjørnuklútinum.
Bilvøtturin er eisini væl egnaður til at vaska bilin innan við, tá skal hann bert vera fuktigur. Hann kann brúkast at vaska setrini og hurðabetrekkini við. ENJO-stjørnuklúturin er sera væl egnaður til instrumentborðið, hurðahandtøkini, rútarnar, speglini o.l.
Tey sum kundu hugsa sær at vaska bilin uttan sápu í vetur kunnu venda sær til Tórhardu og Sámal Bláhamar, ið eru ENJO aðalumboð í Føroyum. Telefonnummari er 314353 ella 226603.