Valini 24 og 26 mars kunnu gerast lagnudagur fyri tær Føroyar, sum vit kenna.
Tit, sum vilja ríkisfelagsskapin, mugu gera tykkum greitt, at tit eru IKKI longur umboðaði í tykkara flokkum.
Allir loysingarflokkar hava ætlanir um at taka Føroyar úr ríkisfelagsskapinum. Hetta verður ofta sett fram sum nakað, ið ikki fer at hava stórvegis avleiðingar fyri Føroyar. Og setur man spurningar er svarið bara “svart tos”. Og so seint sum í gjár, vóru vit vitni til eitt framhald av álvarsama politisku gongdini, har vit í FM1 hoyrdu Sirið Stenberg, forkvinnu fyri Tjóðveldisflokkin og Beinir Johannesen, formann fyri Fólkaflokkin viðgerða loysingina úr Ríkisfelagskapinum. Tað ljóðar sum, at nú verður alt gott.....?
Tað ringasta er, at vit vita at veruleikin er nógv meira kompliseraður.
Eitt av høvuðsargumentunum hjá flokkunum er, at tá ið vit hava loyst, tá kunnu Føroyar gera handilsavtalur við onnur lond.
Tað ljóðar einfalt, tó er alneyðugt at gera eitt “reality check”.
- Fólkatalið í Føroyum fer ikki at vaksa av at loysa.
- Vit fáa ikki meiri pengar um hendi av tí sama.
- Við okkara lítla fólkagrundarlagi og keypiorku, eru handilsavtalur ein avbjóðing.
- Samstundis skulu vit lofta útreiðslum upp á umleið 1,5 milliard krónur um árið, sum í dag liggja í ríkisfelagsskapinum.
Fakta er, at Føroyar eru eitt lítið samfelag við umleið 55.000 íbúgvum – í stødd samanberiligt við miðalstórar danskar býir. Av tí sama er ringt at gera seg attraktiv fyri handilsavtalur. Størru londini spyrja bert um “what’s in it for me”.
Vist hava vit kvotur – og vónandi eisini olju í undirgrundini - men at ímynda sær, at eitt samfelag á okkara stødd knappliga fer, at fáa handilsavtalur - ein fyri og onnur eftir - við lond sum hava ein væl størri búskap – tað er ógvuliga bláoygt. Gævi tað var so – men tað er tað ikki. Tó so mugu vit støðugt arbeiða fyri tí.
Og um vit so aftur hyggja eftir heimsstøðuni pr. 10. mars 2026.
Heimurin stendur við tveimum stórveldis konfliktum. Russland móti Ukraina í Evropa og USA/Israel móti Iran í Miðeystri. Báðar konfliktirnar ávirka orku, handil og trygd í heiminum. Eisini hjá smáum londum sum Føroyum. Tá ið heimurin er í einari so spentari støðu, har øll søkja samanhaldið og felagsskapir, hvussu kunnu føroyskir loysingarflokkar tá trekkja seg burtur frá Ríkisfelagsskapinum.
Vit skylda føroyingum og føroyska vinnulívinum, so góðar og tryggar karmar sum gjørligt- og tað fáa vit betri í Ríkisfelagsskapinum enn at standa uttanfyri.
Vit kunnu so spyrja: hvussu nógv ár kann tað taka at finna lond, sum eru sinna, at gera handilsavtalur við okkum!? Slíkar samráðingar taka ofta nógv ár – tað er sjón fyri søgn.
í hesum sambandi hevur tað neyvan nógv við ríkisfelagsskapin at gera, men heldur við okkara avmarkaðu keypiorku.
Spurningurin er so, um vit loysa, hvat gera vit so við haldførið, meðan vit bíða eftir handilsavtalunum?
Eitt er vist og tað er, at har finst eingin pausuknøttur. Samfelagið skal framhaldandi rekast, meðan vit royna at finna nýggjar inntøku.
Loysingarflokkarnir, sum allir flokkar eru nú, uttan Sambandsflokkurin, seta sostatt føroyska búskapin og vælferðina í eina ótrygga støðu, við vón um at inntøkur nokk fara at koma, í form av handilsavtalum.
Tað svarar í veruleikanum til, at ein miðalstórur danskur býur fer at samráðast við lond við risastórum búskapum – og rokna við, at verða sett fremst í røðini.
Sambandsflokkurin fer ikki at vera við til at spæla hasard við framtíðini hjá føroyska vælferðini.
Onkur má halda høvdið kalt.
Í einari tíð, har vesturlendskt fólkaræði og trygd eru undir trýsti, eigur okkara støða at vera greið:
Vit eiga at standa saman í ríkisfelagsskapinum.
Eyðdis Hartmann Niclasen
Tingkvinna fyri Sambandsflokkin











