Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG vunnu heimadystin móti Zagreb í innleiðandi bólki B í Champions League.
Dysturin í Svendborg Arena endaði við 33-28 sigri til GOG, ið var á odda 16-13 í steðginum.
Óli var við seks málum næstbesti málskjúttin hjá GOG. Frederik Bjerre var við níggju málum toppskjútti hjá GOG.
GOG er nummar fýra í bólkinum við 13 stigum. GOG heldur fjórða plássið um PSG ikki fær fult í heimadystinum móti verandi meistarunum, Magdeburg. Tann dysturin byrjar klokkan 19.45.











