Tríggir brøður handtiknir fyri álop á amerikansku sendistovuna í Oslo

Endamálið við álopinum á amerikansku sendistovuna var at drepa ella gera týðandi skaða á ognirnar, metir løgreglan.

Ákærin Christian Hatlo heldur tíðindafund um handtøkuna av trimum ungum monnum í málinum um álopið á amerikansku sendistovuna í Oslo. - Mynd: Lise Aserud/Ritzau Scanpix

Norska løgreglan hevur handtikið tríggjar brøður í 20-árunum, sum eru skuldsettir fyri yvirgangsatsókn á amerikansku sendistovuna í norska høvuðsstaðnum, Oslo.

 

Tað boðaði løgreglan frá á tíðindafundi seinnapartin mikudagin.

 

– Løgreglan hevur í dag handtikið tríggjar brøður, sum búgva í Oslo, og sum allir nú eru skuldsettir fyri brot á § 138 í revsilógini. Tað snýr seg um yvirgangsbumbuálop, sigur ákærin Christian Hatlo.

 

Ein av teimum trimum brøðrunum legði sjálvur bumbuna, metir løgreglan, meðan hinir báðir eru skuldsettir fyri at hava luttikið í álopinum.

 

Eingin fekk skaða í álopinum, sum fór fram sunnunáttina.

 

– Teir sprongdu eina kraftmikla bumbu móti amerikonsku sendistovuni við tí fyri eyga at taka mannalív ella gera munandi skaða á ognirnar, sigur Christian Hatlo á tíðindafundinum.

 

Teir tríggir beiggjarnir eru norskir ríkisborgarar við irakiskari bakgrund. Teir vóru ikki kendir av løgregluni frammanundan.

 

Løgreglan arbeiðir við fleiri hypotesum um, hvat motivið fyri álopinum kann vera - eitt nú at talan var um eitt bílagt arbeiði.

 

– Eitt av teimum er, um tað varð fyriskipað av einum statsleikara, sigur Christian Hatlo.

 

Hann vísir á trygdarstøðuna í heiminum og at álopið var rættað móti amerikonsku sendistovuni.

 

USA hevur ein sentralan leiklut í trygdarpolitikkinum, eitt nú í Miðeystri, har landið saman við Ísrael dagliga hevur lopið á Iran seinastu 11 dagarnar.

 

Álopini hava dripið millum annað Ayatollah Ali Khamenei, sum var ovasti leiðari í Iran frá 1989 til hann doyði 28. februar.

 

– Ein onnur teori er tilknýti til eitt kriminelt umhvørvi, sigur Christian Hatlo um hypotesurnar hjá løgregluni um motivið.

 

Tíðindafundurin hjá løgregluni fer fram bara ein tíma eftir, at teir tríggir beiggjarnir eru handtiknir. Teir vórðu handtiknir umleið klokkan 16:30.

 

Brøðurnir vóru enn ikki avhoyrdir av løgregluni frá seinnapartin í dag.

 

Norska løgreglan kann ikki útihýsa møguleikanum fyri fleiri handtøkum.

 

Ein inngongd til sendistovuna fekk skaða í álopinum.

 

Tjóðarhóttanarstøðið í Noregi varð ikki broytt eftir álopið, men norska løgreglan hevur framt fleiri tiltøk fyri at økja um trygdina kring amerikonsku sendistovuna og í iranska og jødiska samfelagnum í Noregi eftir spreingingina.

 

/Ritzau/

 

Ákærin Christian Hatlo heldur tíðindafund um handtøkuna av trimum ungum monnum í málinum um álopið á amerikansku sendistovuna í Oslo. - Mynd: Lise Aserud/Ritzau Scanpix