Tað verður tónleikur hjá donsku legendunum, Kim Larsen, Flemming (Bamse) Jørgensen og John Mogensen, sum verður á skránni.
- Hetta eru alt løg, sum eru veruligar fólkaognir, eisini í Føroyum, siga fyrireikararnir av tiltakinum.
Tað verða Signar í Homrum, Jens Marni Hansen og Ólavur á Váli, sum fara at syngja, og sum húsaorkestur hava teir James Olsen (trummur), Høgna Fagraberg (gittar), John Johansen (bass) og Magna Husgaard (tangentar).
- So, her verður talan um super kvalitet á øllum postum!
Dansitiltakið, sum hevur 20 ára aldursmark, byrjar í Dansifrøði klokkan 23 og hildið verður á til klokkan 03.45.
- Ímillum settini verður DJ Cool (Martin Kjærbo) á pallinum, siga fyrireikararnir av serstaka dansitiltakinum í Dansifrøði leygarkvøldið hin 25. apríl.
##med2##
Atgongumerki til legendu dansin fáast á www.atgongumerki.fo












