Landsliðsleikarin Pætur J. Petersen verður eisini partur av KÍ hópinum næsta kappingarár.
Seinnapartin í dag varð ein tvey ára sáttmáli undirskrivaður.
Skálvíkingurin Pætur J. Petersen hevur seinasta árið spælt við KA á Akureyri í Íslandi. Hóast hann hevði ein tvey ára sáttmála, so eru partarnir samdir um, at hann kann flyta úr KA til KÍ.