Tað er fínt kappróðrarlag í Suðuroy og serliga á Tvøroyri.
Tvørabáturin og Riddarin kappaðust fyrra partin av málinum, og miðvingar tóktust vera fremstir, tá ið bátarnir komu inn móti Molanum.
So spentu teir á Tvørabátinum á. Teir løgdu seg á odda, og hóast Riddarin royndi at bjóða av og át seg eitt vet fram á oddafiskin, so hefti einki fyri. Tvørabáturin hevði í orðsins sanna týdningi tak á, og munurin var meiri enn ein hálv bátslongd aftur til Riddaran, tá ið bátarnir fóru um málið.
Sundabáturin lá leingi rættuliga aftarlaga, men á síðsta teininum eydnaðist tað sundamonnum at vinna seg fram á bronsuplássið.
Tillukku Tvørabáturin við FM heitinum og tillukku Froðbiar Sóknar Róðrarfelag og Suðuroy við tveimum FM heitum!
Úrslitið
1 Tvørabáturin 04:12.06
2 Riddarin 04:13.22
3 Sundabáturin 04:15.22
4 Kollfirðingur 04:19.03
5 Gongurólvur 04:19.05
6 Rádni 04:19.13
7 Smyril 04:20.01
8 Skúgvur 04:20.10
9 Strálan 04:21.12
10 Jarnbardur 04:26.08
11 Hósvíkingur 04:29.13
12 Lómur 04:38.11
Endaliga støðan
1 Tvørabáturin 46
2 Riddarin 45
3 Sundabáturin 29
4 Smyril 24
5 Gongurólvur 23
6 Rádni 12
7 Skúgvur 12
8 Kollfirðingur 4
9 Jarnbardur 1
10 Fortuna 0
11 Lokkin 0
12 Romvlvs 0
13 Strálan 0
14 Hósvíkingur 0
15 Lómur 0