Enn eitt framúrskarandi føroyskt avrik í inniróðri

(Ljóðsamrøða) Hoyr samrøðu við Berg Robert Dam Jensen, sum hevur kappast í Manchester

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Berg Robert Dam Jensen, sum saman við Saritu Hansen hevur tikið lut í einari stórari, altjóða kapping í inniróðri í kenda enska býnum, Manchester.

 

Og sigast má, at tað gekk væl hjá Saritu og Bergi. Sarita bleiv dupultur enskur meistari og gull vinnari, fyrst í 2000 metrum lættvekt fyri kvinnur við tíðini 7.28.1 og síðan í 500 metrum sprint. Harumframt gjørdist Sarita skjótasta kvinna í Onglandi í hesi kapping, fyri hetta avrik fekk hon eitt serligt steyp.

 

Bergur var í harðari kapping og gjørdist hann nr. 3 og bronsuvinnari fyri lættvekt menn, víð tíðini 6.44.4. Hetta var eisini á 2000 metrum.

 


Í 500 metrum sprint vann Bergur á silvurvinnaranum á 2000 metrum,  og bleiv nr. 2, og silvur vinnari í 500 metrum sprint.

 

Í annaðkvøld hevur Miðvágs Róðrarfelag móttøku fyri Saritu og Bergi, sum hava verið millum berandi kreftirnar í felagnum síðstu árini.