B36 vann enn ein sigur við fleiri blaðungum spælarum í dag. Í dag fekk 16 ára gamli Andrass Johansen møguleikan í ein góðan tíma, tá B36 vann 1-0 á einum stríðsfýsnum liði hjá Suðringum. Tórur Hardlei, ið eisini bara er 16 ár fekk møguleikan í seinna hálvleiki, og høvuðsvenjarin heldur, at báðir gjørdu tað framúr væl.
Høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg er sera fegin um, at unga liðið hjá honum stríddist manniliga í dystinum ímóti Suðringum.
Hóast Europa League er tryggjað við sigrinum í steypafinaluni, so leggur Jákup á Borg stóran dent á, at tað hevur stóran týdning hjá unga B36-liðnum at vinna silvur í landskappingini. Í komandi dystinum kann HB taka stigametið B36 vann í 2011, og tá vil Jákup á Borg helst sleppa undan at uppliva. Hann leggur eisini stóran dent á, at B36 skal verða best í innanhýsis uppgerðini ímóti HB.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jákup á Borg aftaná B36 vann 1-0 á Suðringum.
HERber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Suðringum, Glenn Ståhl