Mánamorgunin 27. september 2010 fer í søguna sum dagurin, tá øllum gjørdist greitt, at fekk Eik Banki ikki nýggjan kapital, fór hann á húsagang. Tey, sum eru eldri enn 30, hugsaðu hendan morgunin straks um 6. oktober 1992. Hendan svarta týsdagin á heysti fyri 18 árum síðan vórðu føroyska bankakervið og samfelagið sett undir umsiting. Svøvntungir føroyskir politikarar, ið vóru kallaðir til Keypmannahavnar vikuskiftið frammanundan at fáa kunning um ringu støðuna hjá Sjóvinnubankanum, kunngjørdu, at teir høvdu havt eitt val millum pest og kolera. Annaðhvørt lænti landið pening at seta í Sjóvinnubankan og gekk undir eyðmýkjandi politiskar treytir úr Danmark, ella fór Sjóvinnubankin á húsagang, og samfelagsskaðin gjørdist óbótaligur.
So álvarslig var støðan ikki mánamorgunin. Føroyska samfelagið er nógv betur fyri í dag enn í 1992, og fáur danskur politikari hevði dittað sær at sett tummilskrúvurnar á politisku skipanina í Føroyum, tá hugsað verður um ta flóðaldu av órættarkenslu, sum reisti seg í Føroyum í sambandi við partabrævaumbýtið í Føroya Banka í 1993. Ta ferðina avhendaði Den Danske Bank landsstýrinum síni partabrøv í einum falleraðum banka, og stutt eftir máttu føroyskir politikarar biddaragongd til Danmarkar eftir góðari milliard at seta í bankan. Hetta var flestu føroyingum ovboðið, krav varð sett fram um dómarakanning, og endin gjørdist ein serfrøðingakanning, sum staðfesti, at føroyingar høvdu verið fyri órætti. Seinni mátti danska stjórnin so lata landsstýrinum endurgjald.
Hvussu hýrurin var í Eik Banka mánamorgunin, er ikki ilt at ímynda sær. Tá skelkandi tíðindi berast, kemur ótti á fólk, og ráðaloysi valdar. Tørvurin á at tosa er stórur, og summi gera kanska gjøldur burtur úr støðuni, tó at hon er álvarslig. Tann 6. oktober í 1992 var støðan eisini álvarslig í høvuðssætinum hjá Sjóvinnubankanum í Húsagøtu í Havn. Á borðunum stóðu blómur og karamellur, tí Sjóvinnubankin sama dag fylti 60 ár. Fólk vóru uppsnollað og tóku blídliga ímóti tíðindafólkunum, ið vóru komin at forvitnast um, hvat var á vási. Inni í fundarhølinum sótu stjórarnir troyttir og greiddu frá støðuni. Hølið var fult av fólki, serliga tíðindafólkum. Tey lósu m.a. burtur úr avtaluni, sum føroysku politikararnir høvdu skrivað undir við donsku stjórnina, og vóru samd um, at landið var sett undir umsiting.
Aftur óvitandi
Ein tann størsti stríðsspurningurin eftir bankabjargingina 6. oktober í 1992 gjørdist stutta skotbráið, sum føroysku politikararnir fingu at umráða seg í, og vantandi vitanin, teir høvdu havt um støðuna hjá Sjóvinnubankanum. Danska fíggjareftirlitið hevði ikki nakra fráboðanarskyldu mótvegis føroyskum myndugleikum, bara donskum, og tí kundu danskir politikarar taka føroyskar myndugleikar á bóli og seta teimum treytir afturfyri at bjarga Sjóvinnubankanum. Seinni kom fram, at danskir myndugleikar sínámillum høvdu umrøtt, at føroyingar tilvitað skuldu takast á bóli, so politiska skipanin fekst at skilja, hvussu vánalig støðan í Føroyum var. Ikki minst hetta fekk føroyingar at ilskast og krevja at fáa málið kannað.
Tá tað snýr seg um vantandi kunning og snarboð tvørtur um eitt vikuskifti, minnir støðan í dag nógv um støðuna tá. So seint sum í august mánaði kunngjørdi Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður við fíggjarmálum, at Eik Banki fór ikki at koma í trupulleikar. Hetta hevði hann fingið at vitað á fundi í Keypmannahavn. Ein góðan mánað seinni veit Fíggjareftirlitið fullvæl, at Eik Banki er insolventur, boðar danska búskaparmálaráðharranum frá støðuni, sum so sendir boðini til Føroya. Enn einaferð uppliva føroyskir politikarar at fáa revolvaran fyri pannuna í einum bankamáli. Bankin er á veg á heysin, siga danskir myndugleikar, avleiðingarnar kunnu gerast vanlukkuligar fyri alt samfelagið, og um landskassin ikki pungar út í ein vissan fart, ja, so má hann liva við avleiðingunum.
Teir stóru falnir
Við hóttandi húsaganginum hjá Eik kann staðfestast, at allir teir stóru bankarnir í Føroyum nú onkuntíð hava verið insolventir. Tað fyrsta stóra bankaskrædlið upplivdu føroyingar í 1951, tá Sjóvinnubankin á fyrsta sinni fór á húsagang. Tær góðu tíðirnar eftir seinna heimsbardaga høvdu havt við sær, at nógvur kapitalur var savnaður í Føroyum, men flotin var niðurslitin, og skip vóru eisini horvin av krígsávum. Sjóvinnubankin gjørdist drívmegin í arbeiðinum at endurnýggja flotan, og trolararnir, ið keyptir vórðu, vórðu keyptir fyri innlánsavlopið í bankanum. Men so kollsigldu trolararnir fíggjarliga og tóku bankan við sær. Sjóvinnubankin, ið hevði lagt øll eggini í somu kurv, fiskivinnuna, mátti bøta fyri at hava verið ov óansin.
Meðan fiskiskipaflotin gav Sjóvinnubankanum banahøggið í 1951, vóru umstøðurnar upp undir skrædlið í 1992 eitt sindur torgreiddari, men ikki minni villar. Samfelagið og vinnulívið rendu seg føst eftir ørligu áttatiárini, og tað rendi bankarnar fastar. Við skilaleysum studningspolitikki til fiskivinnuna og veðhøldum úr landskassanum í milliardaklassanum høvdu politikararnir skundað undir eitt samfelagsins ábyrgdarloysi, ið ikki var sæð fyrr. Bankarnir sjálvir vóru alt ov fúsir at veita lán, men tá pengarnir vóru uppi, og karusellin ikki kundi mala meira, fóru húsagangirnir at gera um seg. Sum eitt korthús rapaði øll tann fíggjarliga skipanin, landskassin kom í trot, fólk fluttu, og Sjóvinnubankin og Føroya Banki fóru báðir á húsagang, men vórðu bjargaðir og lagdir saman undir miklum politiskum dramatikki.
Útrásin kostaði
Heilt onnur viðurskifti høvdu við sær, at Eik Banki gjørdist insolventur. Eftir ár 2000 tók seg upp ein privatiseringsbylgja í Íslandi, har bankarnir aftur komu á privatar hendur. Í Føroyum, her Eik Banki hevði fingið loyvi at virka sum vanligur banki í 1994, hevði nýggja leiðslan stórar vakstrarætlanir. Eins og í Íslandi snúði tað seg um at fara á útrásarferð uttanlands. Eik Banki fekk sær banka í Danmark, keypti seg inn í sparikassa í Íslandi, keypti internetbanka og keypti eisini leivdirnar av Kaupthing í Føroyum. Tá rákið vendi, og fíggjarkreppan tók seg upp, vendu plussini til minus, og nú fall bankin. Lagnunnar speisemi má tað sigast at vera, at meðan Eik hevði íslendskar útrásarvíkingar sum fyrimynd, var tað danski fastognarmarknaðurin, ið koppaði bankanum.
Spurningurin er so, um føroyingar hava lært nakað av bankaskrædlunum. Ið hvussu er kann sigast, at læran av bankaskrædlinum í 50’unum var, at lítið skil er í at spenna ein heilan banka fyri eina so váðafulla vinnu sum fiskivinnuna. Hetta hava føroysku bankarnir fyri ein part ásannað, tí seinnu árini hava teir lagt stóran dent á at spjaða váðan í ymsar vinnur. Eisini lærdu føroyingar av áttatiárunum. Almenni stuðulin til vinnulívið varð nærum avmonteraður heilt, landið helt uppat at lata vinnulívinum veðhøld, og villskapurin í vinnulívinum sjálvum, har tað m.a. snúði seg um at váða so nógv sum gjørligt upp á landsins rokning, helt uppat, og bankar fóru at krevja, at verkætlanir vóru burðardyggar. Læran av Eik-skrædlinum er so, at lítið batar at vinna allan heimin, um tú mást bøta við lívinum.
Politiskt atgerðarloysi
Tann mest áhugaverdi spurningurin nú er, hvør leikluturin hjá landskassanum verður. Eik hevur biðið um 600 mió. kr. úr landskassanum, men skal tað vera vist sum amen í kirkjuni, at hvørja ferð ein banki í Føroyum fer um koll, skulu skattgjaldararnir bjarga honum? Hvussu ofta skal hetta mynstrið endurtaka seg? Hví hava føroyskir myndugleikar ikki síðan 1992 kravt at verða neyvt kunnaðir um støðuna í føroysku peningastovnunum, so teir aldrin aftur skuldu verða tiknir á bóli sum tá? Skulu kreppurnar altíð noyða okkum at taka røttu avgerðirnar, og sleppur skynsemið ikki at ráða, fyrr enn álvarin dýrt keyptur stendur í durunum? Løgmaður rópar í hesum døgum halleluja um tað sonevnda danska trygdarnetið. Men hvør trygd er í tí at ganga við bindi fyri eyguni um støðuna í egnum landi og noyðast at lofta helvtini av fíggjarkervinum við føroyskum skattakrónum eftir fáum døgum? Kennist tað trygt, at tað er Fíggjareftirlitið, sum hvørja ferð skumpar undir katastrofurnar hjá landskassanum?
Nógv bendir á, at tað hevði verið ein fyrimunur, um føroyskir politikarar fóru at hugsa eitt sindur sjálvir, settu tær treytir, sum setast skulu, fyri at dríva samfelagið forsvarliga, og so góvust at hálova ytri faktorum, ið grundleggjandi eggja til, at somu politikarar nettupp ikki hugsa sjálvir og bera seg forsvarliga at. Føroyski almenningurin man vera deyðamøddur av at fáa tílík sjokkboð, sum bórust mánamorgunin, og í staðin fyri at liggja á knøunum fyri donskum myndugleikum eigur løgmaður at langa nevan í borðið og krevja, at Fíggjareftirlitið rapporterar hvørt nikk og prikk, sum tað veit um føroyskar bankar, út í Fíggjarmálaráðið á Argjum, so føroyingar altíð vita, hvussu statt er í Føroyum.