Enn eitt tap

Føroysku mennirnir vóru væl við í fyrsta settinum, men vunnu einki sett hesaferð

Í dag spældi føroyska manslandsliðið í flogbólti ímóti Skotlandi í undan-undankappingini í Luksemborg. Talan gjørdist um eitt 0-3 tap ímóti grannum okkara fyri sunnan.

 

Í fyrsta settinum byrjaði føroyska liðið væl, og var á odda 17-16, men tíverri gjørdist talan um eitt tapt sett, sum skotar vunnu 25-22.

 

Í øðrum setti kom føroyska liðið afturum 0-4, og skotar hildu munin alla tíðina, og vunnu settið 25-19.

 

Í triðja setti var javnt 4-4, men so tók Skotland og legði seg á odda, og vunnu triðja sett rættiliga trygt 25-17.

 

 

Heimasíðan hjá flogbóltssambandinum undirstrikar, at tað er serliga blokkurin sum manglar, fyri at kunna gera nakað við sterku mótstøðuliðini. Sunnudagin klokkan 14 verður seinasti dysturin í kappingini ímóti Kýpros, sum í gjár vann 3-0 á Skotlandi. Dysturin verður stroymaður her:

www.laola1.tv/en-int/live/faroe-islands-cyprus/346252.html

 

Føroyar – Skotland 0-3 (22-25, 19-25, 17-25)