Enn er eingin avgerð um samráðingar

Semingsmaðurin samskiftir við Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið

Enn er eingin avgerð tikin um, nær ítøkiligar samráðingar verða aftur ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið um ein nýggjan sáttmála.

Nú er meiri enn ein vika síðani, at samráðingarnar slitnaðu og semingsmenninir vórðu boðsendir.

Síðani hava semingsmenninir fingið alt tilfarið frá pørtunum um samráðingarnar og tað hava teir síðani sett seg inn í fyri at fáa hylling á, hvussu langt, teir eru komnir í samráðingunum, og hvat tað er, sum skilur teir.

Síðani hava semingsmenninir havt fund við partarnar hvør sær og aftur nú í dag fara teir á fund við Starvsmannafelagið.

Terje Sigurðsson, semingsmaður sigur, at Fíggjarmálaráðið hevur fingið boð um at halda seg til reiðar at koma á fund seinni í dag, men tað er ikki vist at tað verður fyrr enn í morgin, at tann fundurin verður.

Hann sigur støða verður tikin so hvørt til, hvussu farast skal fram, men enn fyriliggur einki um, nær ítøkiligar sáttmálasamráðingar vera ímillum partarnar saman við semingsmonnunum.

– Tað vita vit einki um enn, tí fyribils samskifta vit við partarnar hvør sær, sigur Terje Sigurðsson.

Semingsmaðurin samskiftir við Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.