Enn er einki semingsuppskot

Terji Sigurðsson, semingsmaður, segði við útvarpið hjá Kringvarpinum í kvøld, at enn er einki semingsuppskot lagt fyri reiðarar og manningarfeløg. - Enn er einki semingsuppskot liðugt, men vit eru nú við at verða undir landi við einum uppskoti, sum verður lagt fyri partarnar í kvøld.

Terji Sigurðsson segði fyrr í dag, at hann slett ikki dugir at meta um, hvørt partarnir møguliga kunnu taka undir við einum semingsuppskoti, tá tað verður liðugt.

Sum skilst, er torført at meta um, hvar feløgini standa í løtuni, men kortini halda semingsmenninir, at teir eiga at gera eina roynd og koma við einum semingsuppskoti.