Enn er neyðugt at býta Suðuroy í tvey

? Eg taki undir við at Suðuroy skal vera ein eind, men fyrst má syðra helvt fáast á føtur aftur, sigur Rói Hjelm formaður í vinnuráðnum í Suðuroyar syðru helvt

Samanlegging í Suðuroy

?Tankin um at Suðuroyggin skal vera ein eind og draga eina línu, er góður.
? Men tað kann ikki vera, sum støðan er nú.
Tað heldur Rói Hjelm, formaður í vinnuráðnum í Suðuroyar syðru helvt.
Ferð eftir ferð seinastu tíðina hava vit hoyrt, at tað einasta rætta er, at øll Suðuroyggin verður løgd saman í eina kommunu.
Samstundis verður eisini mælt til, at vit fáa eitt vinnuráð fyri alla Suðuroynna, ístaðin fyri at halda fram sum nú, har vit hava eitt vinnuráð fyri Suðuroyar syðru helvt.
Formaðurin í vinnuráðnum í Suðuroyar syðru helvt skilir væl tankan, men hann er ikki samdur.
? Sum støðan er nú, haldi eg ikki, at tað er rætt at gera eitt vinnuráð fyri alla Suðuroynna.
Hann sigur, at í løtuni er sera stórur munur á vinnuligu støðuni í syðru- og norðaru helvt í Suðuroy, har syðra helvt er nógv verri fyri enn norðara helvt.
? Tí er tað eisini neyðugt at trupulleikarnir í Suðuroy verða viðgjørdir í tveimum og at trupulleikarnir í Suðuroyar syðru helvt sostatt verða viðgjørdir fyri seg.
Hann nevnir sum eitt dømi, at eginpeningurin hjá partafeløgum í norðaru helvt, er tríggjar ferðir so stórur sum eginpeningurin hjá virkjunum í syðru helvt.
? Sostatt er greitt hvussu langt afturúrsigld syðra helvt er og tí haldi avgjørt eisini, at trupulleikarnir í hesum partinum í oynni mugu viðgerast fyri seg.
-Tí heldur hann eisini at tað er rætt at varðveita vinnuráðið fyri Suðuroyar syðru helvt.
? Gera vit eitt vinnuráð fyri alla oynna sum støðan er nú, stúri eg fyri, at norðara helvt fer at fáa ov stóra ávirkan.
? Ella sagt við øðrum orðum, so er vandi fyri, at teir sterkari fara at eta teir veikaru og at hetta fer at føra við sær, at syðra helvt fer at vera enn meiri afturúrsigld.
? Eg haldi, at vit kunnu tosa um at kasta saman so leingi tað er so stórur ójavni ímillum báðar helvtirnar í oynni. Suðuroyar syðru helvt má fyrst fáast á føtur aftur, áðrenn talan kann vera um at kasta saman. Tað má vera ein javnvág í fyri at onnur helvtin ikki skal taka ræði á hinari helvtini.

Tann sterkari verður enn sterkari
Rói Hjelm sigur, at hann hevur somu atfinning at Suðuroyarætlanini hjá landsstýrinum.
? Í norðaru helvt hava tey als ikki somu trupulleikar, sum í syðru helvt- og nú eisini í Hvalba. Sostatt kann henda, at ein ætlan fyri alla oynna fer at raka har, sum ongir trupulleikar eru og teir fara sostatt at gera tann sterkara partin í oynni enn sterkari afturímóti í veikara partinum.
Rói Hjelm heldur tvørturímóti, at norðara helvt í Suðuroy átti eisini at havt sítt egna vinnuráð.
Men bæði vinnuráðini áttu so at sett ein ráðgevara, sum kundi samskipa arbeiðið hjá báðum vinnuráðunum og loyst uppgávur fyri bæði vinnuráðini.
Eru tit so eisini ímóti at øll oyggin verður løgd í eina kommunu?
? Í vinnuráðnum í Suðuroyar syðru helvt, leggja vit okkum ikki út í politikk.
Í hesum sambandi vil Rói Hjelm sostatt ikki siga nakað fyri alt vinnuráðið.
Men sjálvur dugir hann ikki at síggja, hvørja ávirkan ein kommunusamanlegging fær á vinnuligu støðuna.
Hinvegin heldur hann heilt avgjørt, at kommunurnar í Suðuroy eiga at samstarva meiri.
? Eg haldi, at vegurin fram at fyrst at fáa meiri samstarv ílag ímillum kommunurnar, og so kann spurningurin um samanlegging koma mest sum natúrliga.
? Men tað vísir seg tíverri, at tá ið kommunurnar skulu samstarva um ymiskt, fæst onki samstarv ílag.
Hann vísir á, at onkur hevur so rámandi sagt, at alt tosið um at gera ein miðdepil í Hovi er besta prógvið um, hvussu ósamdar kommunurnar eru.
? Hov er ein neyðloysn sum er skotin upp, tí kommunurnar kunnu ikki semjast um, hvussu oyggin skal byggjast út.
? Vit hava tvey pláss í oynni, sum eru javnt stór. Men tey bæði plássini semjast so illa, at tey eru noydd at gera eina neyðsemju um at gera eitt triðja, kunstugt pláss mitt ímillum og tað vísir bara, hvussu stór ósemjan í veruleikanum er.