Enn er púra óvist nær skúlin verður fluttur til Klaksvíkar

Enn er ógreitt hvar hann skal vera og enn er alt ov lítið av pengum er sett av til endamálið

Enn er púra óvist, nær Brandskúlin við Áir verður flutt til Klaksvíkar, ella um hann verður fluttur yvirhøvur.

Tað sigur Hanna Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingarmálum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hana, hvussu gongur við ætlanini at flyta brandskúlan við Áir til Klaksvíkar.

Hon vísir á, at fyrrverandi landsstýrisvkinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur boðað frá, at arbeitt verður við eini ætlan um at flyta skúlan til Klaksvíkar og á fíggjarlógini eru 300.000 krónur settar av til endamálið.

Tað heldur løgtingskvinnan er alt ov lítið og tí vil hon hava at vita, hvussu gongur við ætlanini.

Hanna Jensen sigur, at arbeitt verður við ætlanini, men fyrsta treytin er at fáa at vita, hvar í Klaksvík hann skal vera.

Tey hava tosað við Klaksvíkar Býráð um hetta, men enn hevur býráðið ikki víst á nakað stykki at byggja hann á.

Men tað er samstundis greitt, at skúlin kann ikki verða hvar sum helst. Ein treyt er, at tað skal vera lætt at koma til hann, men ein onnur treyt er, at hann skal vera langt uttan fyri bygt øki.

Á skúlanum brúka tey royk til summar venjingar og tí skal skúlin vera langt uttan fyri bygt øki fyri at sleppa undan at flyta hann aftur.

Samstundis er tað ógvuliga avgerandi, at skúlin í Klaksvík er liðugur, áðrenn tann við Áir letur aftur fyri at venjingarnar kunnu halda fram ótarnaðar, tí flestu sjómenn eru á skeiði við Áir.

 Landsstýriskvinnan sigur eisini, at játtanin upp á 300.000 krónur, sum er sett av, røkkur til ein part av tí fyrireikandi arbeiðnum.

– Tá ið skúlin skal flytast verður tað munandi dýrari, men til ber ikki at siga í løtuni, hvussu stór upphæddin verður, sigur hon.