Enn er støða ikki tikin til, hvar tann nýggja, føroyska, veðurstøðin skal vera. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Á fíggjarlógini fyri næsta ár hevur samgongan skotið upp at seta 3,2 milliónir av, so at vit, á fyrsta sinni fáa eina ordiliga veðurstovu í Føroyum, við føroyskum veðurfrøðingum.
Tá ið málið var til umrøðu í Løgtinginum, var stórur áhugi fyri at fáa at greiði á, hvar í Føroyum hon skal vera.
Tí hevur Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, spurt landsstýrismannin, hvat hann ætlar at leggja ta nýggju veðurstovuna, men hann sigur, at tað hevur hann ikki tikið stððu til.
Men Jacob Vestergaard sigur, tað er hansara meting, at í fyrstu syftu skal miðast eftir at seta tveir veðurfrøðingar í starv, umframt tey starvsfólk, sum tað er neyðugt at hava fyri at menna veðurstøðina.
Hann sigur, at ein arbeiðsbólkur hevur roknað seg fram til, at tríggjar milliónir er nokk til at sets sjøtul á eina nøktandi føroyska veðurtænastu við betri og meira álítandi veðurforsøgnum fyri allar Føroyar og føroysk áhugaøki. Samstundis verður arbeiðið hjá veðurstovuni eisini at miðla veðurtíðindi, at vera við í kanningum og granskingarætlanum
Jacob Vestergaard vónar, at Løgtingið játtar pengarnar, men sjálvt arbeiðið at menna stovnin, verður ætlandi gjørt í neyvum samstarvi millum serfrøðingabólkin og umboð fyri avvarðandi myndugleikar, kanska Fiskimálaráðið, Vørn ella Havstovuna.
Arbeiðið at menna tænastuna skal byrja sum skjótast, eftir at fígging er fingin til vega, men tað ber ikki til at siga, nær vit fáa føroysk veðurtíðindi, er ikki til at siga, men tað skal vera sum skjótast, sigur Jacob Vestergaard.