Svimjing
Svimjikapping var í Havn um vikuskiftið, og vóru tað hesaferð svimjarar úr bólki 3 og eldri, ið royndu seg.
Aftur hesaferð gjørdist SuSvim vinnari av kappingini við 30 gull-, 15 silvur-, og 12 bronsuheiðursmerkjum.
Pál Joensen er glóðheitasta navnið í føroyskari svimjing í løtuni, og aftur hesa ferð skarvaði hann av metunum. Hesa ferð gjørdist talan um trý av slagnum. Á 100 metra blandaða teininum svam hann heim í 1.00,80, og er tað 37/100 sekund betri enn gamla metið, sum Beinir E. Danielsen úr Flot átti.
Í 100 metra frí gjørdist talan um nýtt met við 0.52,30, sum eru 19/100 sekund betri enn gamla metið hjá Kristiani Olsen. Og í 400 metra blandaðari svimjing gjørdist talan eisini um met. Hesa ferð við tíðini, 4.34,41.
---
Heiðursmerkjabýtið
Felag gull silvur bronsa
SuSvim 30 15 12
Fuglafj. Svimjifelag 26 10 7
Havnar Svimjifelag 21 19 12
Ægir 18 25 14
Reki 7 7 8
Flot 6 5 2
---
Topp 10 Fina stig í 25m hyli
Nr. Navn Ár Felag Stað Grein Tíð Stig
1 Pál Joensen 90 SuSvim HS. Jan 08 400m frí 03.56.73 793
2 Kári J. á Høvdanum 90 Ægir HS. Jan 08 100m rygg 00.57.66 698
3 Shaila M. Garðarnar 84 SuSvim HS. Jan 08 50m frí 00.27.31 695
4 Pauli Ø. Mohr 91 FS HS. Jan 08 50m frí 00.24.08 690
5 Mona Simonsen 91 SuSvim HS. Jan 08 400m frí 04.33.58 686
6 Danjal M. Hoffgaard 89 SuSvim HS. Jan 08 100m frí 00.54.36 638
7 Dánjal Hestoy 90 HS HS. Jan 08 50m frí 00.25.20 602
8 Helena Sævarsdóttir 94 SuSvim HS. Jan 08 50m frí 00.28.71 598
9 Karina Petersaen 80 FS HS. Jan 08 50m bringa 00.36.00 594
10 Bjørg Seloy 92 HS HS. Jan 08 200m frí 02.17.48 586
10 Malan V. Bærendsen 91 SuSvim HS. Jan 08 200m bringa 02.47.68 586