Enn væntar greipan

Meistararnir úr Kyndli hava fingið nýggjan venjara og við honum skulu tær royna at fáa fatur á greipuni. Men møguleikin fyri at vinna hana bantaði munandi tá Lotte Sørensen gjørdi av at bíða við at flyta aftur til Danmarkar

Í mong ár máttu tey í Kyndli ásanna at tá tað ráddi um kvinnuhondbólt, so máttu tey sláa seg til tols við at spæla aðru violin, við tað at grannarnir úr Neistanum vóru fullkomuliga suverenar. Onkur hendinga sigur var í einstøkum uppgerðum, men samanumtikið var einki at gera.

Nú er viðvent í holuni, og tey bæði seinastu árini hava kyndlakvinnurnar skúgva alla mótstøðu til viks, og sygt fyri at FM-heitið er komið í teirra varveitslu. Sjálvsagt er ætlanin fyrst og fremst at verja meistaraheitið, men harumframt vilja tær eisini fáa hendur á heitinum sum steypavinnarar.


Greipan væntar enn

Seinasta ár máttu tær í hálvfinaluni heldur óvæntað lúta fyri vestmannakvinnunum, sum seinni vunnu finaluna, og bæði árini fyri hetta, máttu tær ganga tað tungu leið eftir silvurheiðursmerkjunum, við tað at Neistakvinnurnar hesi árini fóru avstað við sigrinum.

Venjarin hjá Kyndlakvinnunum hevur seinastu árini verið Sophus Dal Christiansen, men í ár verður tað danin Flemming Raben, sum kemur at standa á odda fyri teimum.

Hann hevur frammanundan verið hondbóltsvenjari í eini 10 ár í Danmark, og hevur m.a. verið á ítróttarskúla við hondbólti sum sergrein, umframt at hann hevur tikið fyrsta partin av elituvenjaraútbúgvingini hjá DHF.

Orsøkin til at hann er komin til Føroya, er fyrst og fremst at unnustan, Óluvá Dalsgaard, ynskti at flyta heim aftur. Tá Óluvá eisini hevur leikt við Kyndli, áðrenn hon flutti til Danmarkar, lá tað so eisini í luftini, at Flemming bleiv knýttur at felagnum, og longu í apríl mánaði var samstarvið teirra millum avtalað.


Vant nógv

Undir leiðsluni hjá Flemming hava kyndlakvinnurnar vant við fullari ferð í einar 2 mánaðir, og hóast hetta kanska kann tykjast nógv fyri onkrum, so sigur Flemming, at hann kundi ynskt, at venjingin varð byrjað nakað fyrr.

Hann sigur at tær enn ikki hava fingið vant nóg mikið av skjótleika og taktiskari venjing, og at talan tískil kann vera um eina heldur lakari byrjan, enn vit fyrr hava sæð. Hinvegin roknar hann við, at spælið fer at gerast betri sum frálíður, soleiðis at tær kunnu røkka málinum, sum tær hava sett sær.

Aðalmálið er at tryggja sær luttøku í Europacup kappingini komandi vetur. Hóast tær hava verið meistarar seinastu 2 árini, hava tær ikki tikið av hesum møguleika, og er hetta mest orsakað av, at hetta stigið er sera tungt fíggjarliga, við tað at hondbóltslið, sum luttaka í EC-kappingunum ikki fáa nakra peningaupphædd fyri luttøkuna, eins og vit kenna tað frá fótbólti.


Seta sær nýggj mál

Flemming vónar eisini, at ein EC-luttøka komandi ár kann vera við til at stuðla upp undir og eggja kvinnunum til at geva sítt ítarsta. Hetta kanska serliga tí tað kann verða torført at koyra við fullari ferð, tá tú frammanundan er vorðin meistari 2 ár á rað, og einki annað mál hevur fyri framman.

Sum oftast tá ein nýggjur venjari kemur til eitt felag, verða onkrar broytingar at síggja í spælistílinum, og verður hetta eisini galdandi fyri kyndlakvinnurnar í ár. Flemming ætlar sær at skifta frá teirri fløtu 6-0 verjuni, sum kyndlakvinnurnar hava nýtt seinastu árini til eitt slag av 5-1 verju.

Hetta krevur sjálvandi nógv av leikarunum, sum við hesum skulu umstilla seg til at spæla nakað øðrvísi, og sjálvur metir hann, at hetta ikki er komið heilt upp á pláss enn, men at hetta ivaleyst gerst betri, so hvørt sum kappinarárið líður.

Um hópin sigur Flemming, at hann hevur nógvar góðar leikarar, sum gera nógv við venjingina, og at hetta sjálvsagt ger tað sera hugaligt at vera venjari. Harumframt metir hann breiddina í ár vera rættuliga stóra, við tað at tilgongdin av bæði gomlum og nýggjum kyndlaleikarum er væl størri enn frágongdin.


Hørð kapping

At enda sigur Flemming, at hann vónar at kyndlakvinnurnar koma at fáa eitt gott kappingarár, hóast hann ásannar at talan helst verður um eina sera harða kapping í ár, og sipar her m.a. til Stjørnuna, sum í ár hevur styrkt liðið við sera sterkum útlendskum leikarum.

Serliga væntar hann byrjanina gerast harða, við tað at bæði hann og leikararnir skulu umstillað seg sjálvi til nøkur ting, men sigur í sama viðfangi, at hann væntar at alt hetta kemur upp á pláss, so hvørt sum tey læra hvønn annan betur at gera.