Í enska Undirhúsinum er ein bólkur settur á stovn, hvørs endamál er at betra um viðurskiftini millum Ongland og Føroyar.
Bólkurin telur fleiri enn 20 limir, og fyri fyrstu ferð eru limir úr hesum bólkinum á vitjan í Føroyum.
Ætlanin var, at fýra mans skjuldu koma á vitjan, men einum barst frá, og hin fekk ongan flogferðaseðil frá Edinborough, so tað er óvist, um hann kemur.
Men teir báðir, Sir John Butterfill og Alistair Carmichael, komu við flogfarinum í gjár og skulu vera her til hósdagin.
Sir John Butterfill er konservativur og umboðar Bournemouth á suðursíðuni av Onglandi, meðan liberali demokraturin, Alistair Carmichael, umboðar Orkney og Hetland.
- Eg havi verið í Føroyum fyrr, men tað eru eini 40 ár síðani. Eg hitti eina føroyska kvinnu í Onglandi, og fyrstu ferð eg var í Føroyum, kom eg við Tjaldrinum umvegis Keypmannahavn. Aðru ferð var upp undir jól, tá eg slapp við einum føroyskum trolara, Saksaberg, úr Aberdeen til Føroya. Eg minnist hetta væl, tí veðrið var so ógvuliga vánaligt, sigur Sir John Butterfill.
Men hóast Alistair Carmichael er av Orkney, er hetta fyrstu ferð, hann vitjar her á klettunum.
Líkt Føroyum
Áhugin hjá Sir John Butterfill fyri Føroyum er sostatt gamal, meðan Alistair Carmichael heldur tað vera náttúrligt, at hava áhuga fyri sínum grannum.
Báðir meta, at teirra øki hevur nógv til felags við Føroyar. Orkney og Hetland eru oyggjasamfeløg lík Føroyum, og eisini Bournemouth hevur sínar fiskimenn, eins og býurin hevur oljuvinnu.
Teir báðir skulu tosa við føroyskar politikarar hesar dagarnar, men teir vóna eisini at fáa orðið á fólk úr vinnuni.
Við á ferðini er eisini føroyski sendimaðurin í London, Áki Johannesen. Hann hevur gjørt nógv fyri at fáa samstarvið millum føroyska bólkin í Undirhúsinum og Føroyar í lag.
Áki Johannesen sigur, at tað er nú eitt snøgt ár síðani, at bólkurin var settur á stovn, og Alistair Carmichael er ein av undangongumonnunum.
- Eg royndi fyri nøkrum árum síðani at stovna føroyabólkin, men reglurnar vóru so strangar tá, at hetta læt seg ikki gera. Av tí at Føroyar eru undir donsku trúnuni, varð sagt tá, at bólkurin eisini mátti vera undir danska bólkinum í Undirhúsinum, sigur Sir John Butterfill.
Hesaferð gekst tó munandi betri, og við Alistair Carmichael á odda bleiv bólkurin settur á stovn.
- Reglarnir eru munandi lempiligari nú, og tað var als eingin trupulleiki at stovna føroyabólkin, sigur Alistair Carmichael.
Læra hvør av øðrum
Tað finnast líknandi bólkar í Undirhúsinum, so sum ein danskur bólkur. Hesir hava síni áhugamál, eins og føroyski bólkurin hevur.
- Endamálið við bólkinum er at skapa størri vitan um Føroyar í Onglandi, og at vit kunnu læra av føroyingum eins og føroyingar kunnu læra av okkum, sigur Alistair Carmichael.
Sir John Butterfill hevur áður tikið til orðanna í Undirhúsinum vegna føroyingar.
- Tað var tá ið grindadráp østi fólk í Onglandi. Tað varð eisini havt á orði í Undirhúsinum, men eg greiddi tinginum frá, at tað var einki ørvísi enn tá onglendingar drepa neyt. Eg greiddi teimum eisini frá, at grindadráp ikki fer fram við handilsligum vinningi fyri eyga, men at tað einans verður gjørt fyri at fáa forkunnugan mat á borðið, sigur Sir John Butterfill.
Teir báðir vænta sær nógv burtur úr vitjanini í Føroyum.
- Eg havi ongantíð verið nakrastaðni á vitjan, uttan at hava fingið eitthvørt heim við mær aftur, og tað vænti eg eisini, at eg fái á hesi Føroyaferðini, sigur Alistair Carmichael.