Fríggjadagin klokkan 16 verður forvitnislig bókaframløga í nýggju kaféini Paname í Gamla Bókahandli. Elin á Rógvi fer eisini at lesa úr bókunum, og okkurt gott til góman verður at fáa.
Í vikuni koma heilar tvær upprunaføroyskar myndabøkur út. Talan er um tveir royndar og væl umtóktar høvundar, Bárð Oskarsson og Elsubeth M. Fossádal.
Tá ið skrubban fekk heilaskjálvta
Elsubeth M. Fossádal, sum sjálv er lækni, hevur skrivað hesa fittu og viðkomandi bókina um tað at fáa heilsaskjálvta. Bókin er tann triðja í eini røð av upplýsandi bókum til børn. Hinar eru 'Drongurin í grønum gummistivlum' og 'Julia og bjargingarvesturin'.
Tá ið skrubban sær okkurt bjart í ælabogalitum koma sveimandi úr erva, kann hon ikki bara sær at bíta í tað, hóast krabbanum dámar tað einki. Og við eitt verður skrubban syft upp úr dýpinum og endar við einum klamsi á onkrum, ið er hart sum grót. Nú eru góð ráð dýr! Skrubban er púra í ørviti og veit ikki, hvar hon er. Hvat er hent? Og hvat skal hon gera nú? Eftir á havsins botni stendur krabbin og heldur, at hann hevur mist skrubbuvinkonu sína fyri altíð.
Eftir bókaframløguna frá klokkan 18-20 er Elsubeth at hitta í Bamsuskaðastovuni á Landssjúkrahúsinum, har hon fer at kanna og viðgera sjúkar bamsur. Bamsuskaðastovan er til høgru beint innanfyri høvuðsinngongdina á Landssjúkrahúsinum. Hygg eftir bamsuskeltinum!
Træið
Enn einaferð hevur Bárður gjørt eina myndabók, sum á yvirflatuni sýnist rættiliga einføld, men sum kortini rúmar eina rúgvu av stuttligum og undurfullum detaljum. ‘Træið' er søgan um kaninina, Bob, hundin, Hilbert og eitt træ. Hilbert og Bob eru vinir. Men Hilbert er ein snedigur snigil, og Bob veit ikki ordiliga, um hann skal trúgva øllum, sum Hilbert sigur. Til dømis, tá ið Hilbert sigur, at hann hevur verið hinumegin træið. Og als ikki, tá ið hann sigur, at hann dugir at flúgva og hevur ferðast um alla verðina, tí Hilbert hevur ongantíð verið burtur leingi …
Stórtíðindi
Herfyri skrivaði eitt enskt forlag undir sáttmála at geva allar bøkurnar hjá Bárði út. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroysk barnabók kemur út á enskum. Og hetta er stórt, tá hugsað verður um, at einans 4% av bókum, sum koma út Onglandi, eru týddar úr øðrum máli. Bøkurnar hjá Bárði Oskarsson eru longu týddar til fleiri mál, tær eru komnar út í Danmark, Noregi, Íslandi, Frankaríki,Týsklandi, Kekkia, Kanada, Bulgaria, Slovenia og Svøríki.
Livandi myndabøkur mentanarnáttina
Eftir bókaframløguna er hóskiligt at halda fram á Tjóðpallinum, har lítla skrímsl og stóra Skrímsl hava tikið eina risastóru støkkmyndabók við og upptraðka í einum spildurnýggjum pop-up-leiki klokkan 17 og 18.30.
Hóast tað er útselt til sýningina av Pettson og Findus í Sjónleikarhúsinum kl. 18 mentanarnáttina, so eru longu fleiri sýningar á skrá í næstu viku.