Er einlig mamma og býr til leigu

Eg var ninað og nanað og mussað og vælsignað út í eitt øll barnaárini, sigur Selma Ellingsgaard, sum vaks upp hjá fýra sterkum kvinnum á Eiði. Nú hevur hon tikið við sum forkvinna í Starvsmannafelagnum

Nýggja forkvinnan í Starvsmannafelagnum brýtur á mangan hátt við siðvenjuna. Eitt er, at hon er kvinna. Men hon er eisini einlig mamma og hevur síðstu 10 árini búð til leigu í kjallaraíbúðini niðri við sjóvarmálan á Argjum, saman við 12 ára gomlu dóttrini Sylviu.

- Okkum dáma væl á Argjum. Serliga Sylvia stórtrívist. Fyri meg sjálva hevur tað størri týdning, at vit búgva nær hav og haga - eins og á Eiði, har eg traðkaði barnaskógvarnar, sigur 36 ára gamla Selma Ellingsgaard, sosialráðgevi.

- At vit búgva til leigu kemst sjálvandi av, at eg eri einsamøll við dóttrini, og ikki havi havt ráð til at keypa. Soleiðis er tað bara, staðfestir Selma nøgd. Hon hevur eisini nógv at frøast um og at takka fyri, nú hon, eftir 12 ár sum sosialráðgevi á sosialu deild í Tórshavnar Kommunu, er vorðin forkvinna fyri 2300 alment settum starvsfólkum í einum av størstu fakfeløgunum í landinum.


Halda vunnin rættindi

- Umráðandi er, at vit virða vunnin rættindi og stríðast fyri betri korum. Fyri er slóðað í mong ár og eitt er vist: Onki er komið av sær sjálvum. Um vit bara lata marknaðarkreftirnar ráða, hevur profitturin vunnið og vit tapt, sigur Selma Ellingsgaard, nú vit sita yvirav hvørjari aðrari í fundarrúminum hjá Starvsmannafelagnum. Í grannahølinum gongur fráfarandi formaðurin Gunleivur Dalsgarð og putlar við at pakka niður, so pláss verður fyri avloysaranum.


Perlulív á Eiði

Fyrstu seks barnaárini vaks Selma upp undir veingjunum hjá fýra sterkum kvinnum: Mammuni, Mostir og Gummu – (ommusystrarnar) og dóttur aðra ommusystrina, sum var 11 ár eldri enn Selma.

- Eg eri uppvaksin í einum matriakati, í einum húsi, har fýra kvinnur ruddaðu slóð og prógvaðu, at tað er ongin forðing, at tú ert kvinna. Tær fingust við alt arbeiði, bæði úti og heima, líka frá seyðahaldi til at binda fyri fólk. Og har manglaði onki, greiðir Selma frá.

- So barnaárini vóru eitt perlulív, har eg bleiv ninað og nanað og mussað og vælsignað út í eitt, sigur hon og flennir, meðan hon kveistrar síða hárið burtur frá andlitinum.

Hon var seks ára gomul, tá hon og mamman fluttu saman við pápanum. Nøkur ár seinni var einsamalla dóttirin vorðin til tríggjar systrar.

- Eg eri ein ordilig stórasystir, sigur hon, men skundar sær at skoyta uppí, at í veruleikanum hevði hon øll árini eina eldri hálvsystir í Danmark.

- Hana havi eg nústani lært at kenna sum vaksin og tað hevur verið ein gleði at fáa eina systir afturat, sigur hon og smílist.


Broyta bygnaðin

Sambært Selmu, er ein hin mest átrokandi uppgávan í Starvsmannafelagnum, at bygnaðurin í felagnum verður broyttur, so allir limir kenna seg heima. Soleiðis er ikki í dag, tí felagið er so stórt. Hon sigur, at í veruleikanum er Starvsmannafelagið eitt meginfelag, tí bólkarnir og yrkini eru so mong.

- Tað er ikki nóg mikið bara at vera eitt stórt felag, um vit ikki røkka endamálinum: At røkja áhugamálini hjá øllum limunum, sigur Selma Ellingsgaard.


Mynsturbrótari

Tað lá ikki í kortunum, at Selma skuldi nema sær hægri útbúgving og blíva fakfelagspolitikkari. Eisini í somáta brýtur hon við siðvenjuna.

- Hóast míni nærmastu ikki høvdu útbúgving, fall skúlaarbeiðið mær lætt og lærararnir og familjan eggjaðu mær til at lesa víðari. So í mínum hugaheimi var ongin ivi - eg skuldi sjálvandi taka studentsprógv og lesa víðari, sigur hon. Og hon minnist, at pápin spurdi hana, hví hon skuldi av landinum, tá hon fortaldi um ætlanina at flyta niður til Århus at lesa til sosialráðgeva.

- Men í dag er hann sjálvandi stoltur av mær, sigur hon.


Lesandi mamma

Fyrstu lestrarárini búði hon í kollektivi í Gellerupparkini saman við øðrum føroyskum útisetum. Síðani flutti hon og pápi Sylviu saman á kollegium.

- Eg átti Sylviu, meðan eg gekk á 3. semestri í 1995. Veit, at summar kvinnur ivaleyst halda meg vera langt úti, men eg fór altso ikki í barnsburðarfarloyvi. Tók heldur didduna við í skúla, teir dagarnar pápin ikki hevði hana heima. Tá hon var eitt hálvt ár, fekk hon pláss í vøggustovu, og soleiðis hóraðu vit undan, sigur hon. Góðan mánað eftir at loknan lesna, flutti lítla familjan heim aftur. Selma hevði fingið starv á sosialu deild á býráðnum, har hon hevur starvast síðani - meginpartin av tíðini við barnaverndarmálum.

- Ofta hava fólk skumpað meg fram - lærarar, vinkonur, starvsfelagar og í mun til formanssessin í Starvsmannafelagnum, starvsfelagar og kanska eisini Gunnleivur..


Sterkari saman

Selma Ellingsgaard varð vald í nevndina í Starvsmannafelagnum fyrstu ferð í 2001. Og 8. mars í ár, á sjálvum altjóða kvinnustríðsdegnum, valdi aðalfundurin hana til forkvinnu eftir Gunnleiv Dalsgarð, sum hevur staðið á odda fyri felagnum í góð 10 ár. Hon var einasta valevni, so longu undan fundinum var greitt, at hon skuldi bara hava meiriluta ímóti sær, skuldi hon fella. Av teimum nærum 400 atkvøðunum, vóru fimm ímóti, 12 blankar, meðan restin atkvøddi fyri Selmu Ellingsgaard sum forkvinnu.

Spurd, hvat hjartamál hon hevur í nýggja starvinum, svarar hon avgjørd betri samstarv millum tey 33 feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum.

- Í løtuni kann arbeiðsgevarin gera sær dælt av, at vit ikki standa saman. Mín dreymur er, at vit í nógv størri mun samstarva, tí saman standa vit sterk. Við virðing, samskiftið og samstarvi veit eg, at vit røkka nógv longri, sigur Selma Ellingsgaard. Hon leggur dent á, at harvið ikki sagt, at fakfeløgini skulu niðurleggjast, men at tey áttu at gagnnýtt orkuna og vitanina betur, soleiðis at tey kundu verið ein verulig mótvekt og konstruktivur viðspælari, eisini á politiska pallinum. Eisini vísir hon á, at betri samstarv og samskiftið við mótpartin átti at gagna øllum.

- Vit hava øll sama endamál: At tæna borgarunum sum best. Við at samstarva røkka vit hesum, til gagns fyri tænastuna og trivnaðin.


Persónlig avbjóðing

Samrøðan við Selmu er at enda komin. Áðrenn vit runda av, skoytir hon uppí:

- Eg stillaði eisini upp til formanssessin, tí tað er ein persónlig avbjóðing fyri meg. Eg ynski at vaksa og mennast persónliga - og so skal Sylvia hava eina mammu, sum er ein góð fyrimynd!


--

--


Gunnleivur Dalsgarð um Selmu Ellingsgaard:

“Selma hevur nógvar góðar dygdir, sum gera hana væl egnaða at vera forkvinna í Starvsmannafelagnum. Hon dugir væl at samskifta, hevur rætta fakfelagsandan og trýr fult og fast uppá samhaldsfesti og rættvísi. Eg bæði veit og vænti, at hon leggur sína egnu linju sum forkvinna, og tað eigur man at gera. Persónliga fegnist eg eisini um, at ein kvinna tekur við, tí javnstøða skal ikki bara vera eitt eiti, men eisini vísast í verki.”


-- 

--


10 gróparar


· Hvad er títt besta spariráð? Keyp jólagávurnar, tá vetrarútsølan er í januar


· Hvørja fartelefon hevur tú? Mín góða Siemens S65 hevur tænt mær væl og hevur nú tænt fyri seg


· Hvussu nógv pør av skóm eigur tú? ...... eini 40......


· Hvat hámetir tú? Tolsemi, næstakærleika og virðing fyri okkara medmenniskjum


· Bestu bøkurnar eru: Úr rúgvuni kunnu nevnast røðin um ístíðarkvinnuna Aylu, eftir Jean M. Auel. Serstøk og framúr.


· Hvat hevur tú ringa samvitsku yvir? At arbeiði ov ofta nápar burturav frítíðini.


· Hvat politiskt mál hevði tú raðfest allar fremst, um tú kundi? At ágóðarnar verða so javnt býttir, sum til ber.


· Hvørja fløgu lurtar tú mest eftir fyri tíðina? Bjørn Afzelius, meðan eg koyri


· Hvat var eitt gott kup? Keypti brúkta bilin fyri kr. 17.000 lægri enn ásett.


· Slagorðið er: Tað eru altíð í minsta lagi tríggir møguleikar