Stevna floksins er greið:
I ? Hin føroyski Fólkaflokkurin (radikalt sjálvstýri) er ein liberalur, sosialur og demokratiskur sjálvstýrisflokkur.
II? Tjóðskaparmálið
Tjóðskaparliga stavnhald fólkafloksins er, at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Hetta ber í sær, at endamál floksins er fult sjálvstýri fyri Føroyar, soleiðis at vit fáa lóggávuvald á øllum økjum og -úteftir telja við sum suverenur statur javnbjóðis øðrum sjálvstýrandi londum. (Stevnuskrá Fólkafloksins)
og hetta er tað, ið borðreitt var við til valið:
Løgtingssamtyktin um føroyskt sjálvstýri skal fylgjast. Sjálvstýristilgongdin er komin í eina trygga legu, soleiðis at vit innan avtalaða tíðarætlan kunnu taka fulla ábyrgd av øllum málsøkjum bæði politiskt, umsitingarliga og fíggjarliga. (Valskrá Fólkafloksins 2002)
Men í sama flokki eru persónar, ið hava hesa stevnu og valskrá:
I? Hin føroyski Fólkaflokkurin (radikalt samband) er ein liberalur, sosialur og demokratiskur sambandsflokkur.
II? Tjóðskaparmálið
Tjóðskaparliga stavnhald fólkafloksins er, at í Føroyum skulu danir ráða. Hetta ber í sær, at endamál floksins er heimastýrið fyri Føroyar, soleiðis at vit fáa lóggávuvald á nøkrum økjum og -úteftir telja við sum hjáland.
Løgtingssamtyktin um føroyskt sjálvstýri skal ikki fylgjast. Sjálvstýristilgongdin má ikki koma í eina trygga legu, soleiðis at vit innan avtalaða tíðarætlan kunnu taka fulla ábyrgd av øllum málsøkjum bæði politiskt, umsitingarliga og fíggjarliga.
Hesir persónar verða goymdir burtur tær seinastu vikurnar av valstríðnum, fyri ikki at forkoma glansmyndina av Fólkaflokkinum, sum sjálvstýrisflokkur.
Tá valið er av, taka hesir ræði aftan fyri leiktjaldi. Teir seta dagskránna og gera sítt ítarsta fyri at fora fyri at veruliga stevna og valskrá floksins verður fylgd.
Kæri lesari hugsa teg um, og tú ásannar at so er.