Er farin undir politibátarnar

Arbeiðið upp á teir tríggjar bátarnar, sum Tórshavnar Skipasmiðja skal gera til grønlendsku løgregluna, er byrjað, og fyrsti báturin skal latast eigarunum hálvan apríl komandi ár



Nú er so smátt farið undir at smíða tann fyrsta av teimum trimum politibátunum, sum Tórshavnar Skipasmiðja skal gera til Grønlands.

Thormund Hansen, leiðari á teknistovuni á Tórshavnar Skipasmiðju, sigur, at Tórshavnar Skipasmiðja sjálv hevur gjørt mestsum alt tekniarbeiðið í samband við hesar bátarnar.

Ein konsulentur gjørdi tað allarfyrsta, útbjóðingartekningarnar. Men hesar vóru bara vegleiðandi. Restina, so sum arbeiðstekningar og tekningar, sum góðkennast skulu av myndugleikum, klassatekningar og tílíkt, hevur skipasmiðjan sjálv staðið fyri.

Tórshavnar Skipasmiðja hevur eina væl útgjørda teknistovu.

Thormund Hansen sigur, at teir hava sjey teknistøðir. Tað vil siga teldur, sum duga slíkt.

Av hesum eru seks í løtuni upptiknar av nýbygningunum, meðan tann sjeynda tekur sær av umvælingum og slíkum,sum annars er at gera.

Tað arbeiða tíggju mans á teknistovuni, sigur Thormund Hansen.

Teknistovan tekur sær eisini av útrokningum og slíkum, sum gerast skal í samband við bæði nýbygningar og umvælingar.