Summi halda, at Gud er ein objektivur sannleiki, sum er grundarlagið undir øllum. Onnur halda, at Gud er ein myta, sum als ikki kann góðtakast sum svar uppá lívsins stóru spurningar.
Ein stórur hópur av føroyingum finnast tó ímillum hesar báðar sannførdu pólarnar. Ein bólkur av ivandi fólkum, sum eru opin fyri góðum og sannførandi argumentum um hetta eyma og aktuella evnið, sum fyllir nógv í føroyska samfelagnum.
- Tiltakið komandi vikuskiftið er bæði fyri trúgvandi, vantrúgvin og ivandi. Vit vilja skapa eitt innlit í tær grundgevingar, sum ymsu bólkarnir føra fram. Vit vilja skapa innlit í bakgrundina fyri átrúnaðarligum ósemjum og geva fólki ein møguleika at skilja partarnar eitt sindur betri. Soleiðis grundgevur Heini í Skorini, tá hann verður spurdur, hví teir skipa fyri hesum tiltakinum.
Hin fyrireikarin er Janus á Ryggi. Hann heldur, at vit hava tørv á einum slíkum tiltaki, sum kann geva áhugaðum eitt høvi at hoyra argumentini fyri og ímóti – og í heila tikið at hoyra eitt kvalifiserað kjak um ymiskar átrúnaðarligar stríðsspurningar.
- Kjakini um átrúnað eru elligomul, men tey eru framvegis aktuell, serliga í Føroyum, tí her hevur Kristindómurin stóra ávirkan á samfelagið og politikkin. Men tað er sjáldan, at vit hoyra nakað veruligt kjak um sjónarmiðini, heldur Janus.
- Ofta grava fólk seg niður í skotgravir, og religiónin verður í høvuðsheitum viðgjørd, tá hon verður tvinnað saman við politiskum málum, til dømis rættindum hjá samkyndum, rúsdrekkapolitikki og øðrum. Og tá er kjakið sum oftast á einum sera lágum, ófakligum og anti-filosofiskum støði. Ráðstevnan er ein roynd at fara í dýpdina og kanna, hvat grundarlagið er fyri ymsu sjónarmiðunum, sigur Heini.
- Hetta er at virða trúnna
Summi hava funnist at hesum tiltakinum. Men Heini metir ikki, at eitt slíkt tiltak fer at máa støðið undan kristindóminum í Føroyum. Tað er heldur ikki endamálið.
- At viðgera grundarlagið fyri trúgv ella vantrúgv er einans at taka hesi viðurskiftini í álvara. Og hetta tiltakið hevur til endamáls at skapa vitan og innlit í, hvat trúgvandi og ikki-trúgvandi fólk halda um eitt nú Guds eksistens, menningarlæru Darwins, viðurskiftini millum religión og politikk og søguliga leiklutin hjá kristindóminum.
- Endamálið við hesi ráðstevnuni er eisini, at kritikkurin skal ganga báðar vegir. Hetta er ikki eitt einvegis álop á nakran, tí øll skulu grundgeva fyri síni sannføring. Allir partar eru sostatt javnsettir, leggur Janus afturat.
Heini heldur, at hetta avgjørt er eitt evni, sum vit eiga at kjakast um. Eisini hóast fleiri hava kallað tað »meiningsleyst« at kjakast um nakað, sum semja aldrin fæst um.
- Tú kanst siga tað sama um til dømis politikk. Vit verða aldrin samd, men tað merkir ikki, at vit skulu gevast við at kjakast um politikk. Vit kjakast jú eisini um list, vísindi og hvat veit eg, hóast vit ongantíð blíva samd. Hví skal man so ikki kjakast um átrúnað, sum hevur so stóra ávirkan á fólk, bæði privat og samfelagsliga?, spyr Heini.
Sambært honum er tað ov lætt at siga, at »vit verða ongantíð samd, so tað nyttar einki at kjakast«. Kjak stimbrar kritiska hugsan, fólk verða tvingað til at kanna sítt egna grundarlag og grundgevingarnar hjá mótpartinum, og tað er eitt mál í sær sjálvum.
Janus nikkar. Hann vísir á, at religiónin seinastu nógvu árini hevur verið objekt fyri kjaki í Føroyum. Men stórur tørvur er á at fara afturum og kanna, hvørji grundargumentini eru handan sjónarmiðini.
- Kjakið um átrúnað í Føroyum hevur fyri tað mesta verið sporadisk kjak í bløðum ella á kjaksíðum á netinum. Á ráðstevnuni sleppa áhoyrarar at lýða á eina kvalifiseraða viðgerð, har fólk, ið hava eina støðu og vitan um síni sjónarmið, sleppa til orðanna.
? Sostatt vilja vit bjóða áhoyrarum ein samlaðan pakka, har luttakarar fáa møguleikan at viga argumentini upp móti hvørjum øðrum, vísir Janus á.
- Vit hava valt kjakararnar út frá sannføringum teirra og ikki bara við støði í fakligum førleikum. Tey umboða nøkur sjónarmið. Hetta verður sostatt ein ráðstevna við sannføringum og ósemjum og ikki bara ein deskriptiv og neutral umrøða av evnum, sigur Heini, sum heldur, at tað fer vónandi at geva kjakinum eina aðra dimensjón.
Men er Gud so deyður?
Spurningurin, sum er blivin heitið á ráðstevnuni, er ein tilsiping til týska heimspekingin Friedrich Nietzsche. Hann staðfesti sum kunnugt, at Gud er deyður.
- Heitið á ráðstevnuni hevur tveir týdningar. Vit spyrja, um Gud yvirhøvur er til. Men vit spyrja eisini, hvussu trúgvin á Gud hevur tað í Føroyum anno 2011. Gud er jú bæði eitt objektivt og subjektivt fyribrigdi, og kanska fara vit somuleiðis at síggja, hvør status hjá gudstrúnni er í 2011.
Evnini, sum kjakast verður um, eru fýra í tali: 1) Teisma mótvegis ateismu, 2) menningarlæra mótvegis skapanarlæru, 3) kann politikkur byggja á trúgv? Og 4) kann kristindómur vera skaðiligur? Tveir debattørar vera til hvørt evnið, fyrst við einum innleggi, og síðani verður høvið at seta spurningar.
- Sjálvandi fara vit ikki at koma til nakra semju, men vónandi gerast vit klókari. Vónandi fáa vit betri innlit í grundgevingarnar hjá ymsu pørtunum, sigur Heini.
Hetta er – so vítt sum vit vita – fyrsta tiltakið av sínum slagi í Føroyum. Ongantíð fyrr hevur nakar savnað føroyingar til eina kvalifiseraða viðgerð av klassisku stríðsspurningunum um árúnað. Hetta verður sostatt eisini eitt høvi til at styrkja um føroyska kjakmentan, sigur Janus.
-------
Skrá fyri dagin
10.00 Vælkomin
Er Gud til? Teisma vs. ateisma
10.15 – 10.45 Símun Absalonsen: Tí trúgvi eg á ein Gud
10.45 – 11.15 Rói Patursson: Tí trúgvi eg ikki á ein Gud
11.15 – 11.30 Spurningar og kjak
11.30 – 11.45 steðgur
Hevði Darwin rætt? Menningarlæra vs. skapanarlæra
11.45 – 12.15 Hans Andrias Sølvará: Tí hevur menningarlæran staðið royndina
12.15 – 12.45 Heðin Lamhauge: Tí hevði Darwin skeivt
12.45 – 13.00 Spurningar og kjak
13.00 – 13.30 steðgur
Kann politikkur byggja á trúgv?
13.30 – 14.00 Hanus Kamban: Tí skulu religión og politikkur skiljast sundur
14.00 – 14.30 Rúni Rasmussen: Tí kunnu religión og politikkur ikki skiljast sundur
14.30 – 14.45 Spurningar og kjak
14.45 – 15.00 Steðgur
Kann kristindómurin vera skaðiligur?
15.00 – 15.30: Ása Johannesen: Tá kristindómurin verður skaðiligur
15.30 – 16.00 Jákup Reinert Hansen: Kristindómurin – ein dýrgripur fyri mannaættina
16.00 – 16.15 spurningar, kjak
16.15. Endi
--------
Luttakarar:
Rói Patursson, heimspekingur
Símun Absalonsen, cand. merc. og viðmerkjari
Hans Andrias Sølvará, cand. mag. í søgu og heimspeki
Heðin Lamhauge, fiskivinnufrøðingur
Hanus Kamban, rithøvundur
Rúni Rasmussen, stjórnmálafrøðingur
Ása Johannesen, lívfrøðingur, Ph.D. lesandi og limur í Gudloysi
Jákup Reinert Hansen, prestur og Ph.D. í gudfrøði