Er lív eftir deyðan?

Sálin er ein illusión, einki meir enn úrslitið av einum bunka av heilaneuronum, ið gongur til grundar, tá heilavirksemið steðgar, siga skeptikarar. Men seinnu árini hevur ein lítil, men sannførdur, bólkur av vísindafólkum sett spurnartekin við hetta uppáhald. Og eins og flestu átrúnaðir eru hesi opin fyri, at tilvitskan heldur áfram eftir deyðan.

Í hesum døgum kemur bók út, sum hevur vakt stóran ans kring allan heim. Rithøvundurin er amerikumaðurin Eben Alexander, ið hevur starvast sum heilakirurgur og granskari á Harvard Medical School í USA. Tað serstaka við Eben Alexander er ein uppliving, ið hevur kollvelt hansara fatan sum heilagranskari - av heila, tilvitsku og sál. Í 2008 fekk hann staðfest eitt sjáldsamt slag av meningitis, ið legði stóran part av heila hansara lamnan, við tí úrsliti at hann skjótt fall í óvit. Læknarnir bóru ótta fyri, at gongdin bert gekk ein veg, men eftir sjey dagar raknaði Eben Alexander við úr koma, við eini søgu greiða frá.


Ein sonvend nærdeyða uppliving hevði verið honum fyri. Og sambært honum kundi hendan ikki greinast við vanligari heilavísind, tí tann parturin av heila hansara, ið var raktur, vanliga ikki hevur møguleika at minnast eftir eitt slíkt koma. Sjálvur hevur Eben Alexander ført fram, at hann kom í samband við eina guddómliga dimensión. Hansara søga minnir nógv um søgurnar hjá øðrum, ið hava fingið nógva rúmd í fjølmiðlunum seinnu árini. Søgurnar snúgva seg ofta um eina ferð úr likaminum, guddómligt ljós og samrøður við avvarandi, ið eru deyð frammanundan.


Vísindaliga umhvørvið hevur annars vanliga tvíhildið um, at nærdeyðaupplivingar bert kunnu roknast sum ein illusión, sum heilin spinnur, tá endin nærkast. Men sambært Eben Alexander eru siðbundar materialistikar frágreiðingar ikki nøktandi til at greina tað, sum honum var fyri. Tí sambært honum ber ikki til at hava skarpar og livandi upplivingar í tí støðu, hann var í, uttan so at heili og sinni kunnu atskiljast. At vit so ella so hava eina sál, ið kann liva óheft av støðuni hjá heilanum. Og tað hevur elvt til nógv kjak, tí talan er um útsagnir frá einum virdum heilalækna.


Nógvir skeptikarar

Tað skortar ikki við skeptikarum. Nógv eftirspurdi bretski skeptikarin og sálarfrøðingurin Susan Blackmore hevur ført fram, at hugmyndin um eitt ”eg” innaní er ein illusión, ein málslig konstruktión, tí veruleikin er, at vit eru ein bunki av neorunum uttan nakað kjarnupunkt – heilin sjálvur gevur okkum ta fatan, at talan er um eitt ”eg”, men hetta er ikki veruleikin, førir hon fram. Og heilakemi er, sambært henni, væl egnað at greina hesar annars at síggja til andaligu upplivingar.


Eitt nú ber til, sambært henni, at greina fyribrigdi við ferðini ígjøgnum ein tunnil við einum ljósi í endanum, sum nógv greiða frá, við manglandi súrevni. Manglandi súrevni elvir til, at sjónskyknurnar, sum í mestan mun eru miðsavnaðar, geva tær eina fatan av, at tú gongur ímóti einum ljósi, tí uttaru sjónkyknurnar ikki longur eru eins aktivar. Og sterkar kenslur av onkrum góðum og guddómligum kunnu sambært Susan Blackmore greiðast frá við, at heilin útloysir eina rúgvu av endorfinum, sonevndum vælveruhormonum, tá heilin sansar, at endin nærkast og manglar oxygen.


Sostatt greiða skeptikarar frá hesum upplivingum við at vísa á, at heilin ger eitt seinasta sprell, tá hann brádliga gerst tilvitaður um, at endin er nær. Upplivingarnar verða hildnar at fyrikoma annaðhvørt í teirri løtu, heilin er við at missa tilvitan, ella heilin er við at nærkast tilvitan aftur, tá ein sjúklingur er um at rakna viðaftur. Ein sonevnd borderline støða millum lív og deyða. Men nakrir granskarar lata seg ikki nerva av hesum atfinningum, og teir halda seg hava góðar ábendingar um, at upplivingarnar staðfesta, at vit hava eina sál, ið kann liva óheft av heilanum. Hesir tulka upplivingina hjá Ebert Alexander og øðrum sum verandi veruligar.


Lív handan deyðan?

Bruce Grayson, sálarlækni á University of Virginia í USA, er ein teirra, ið hevur granskað mest í nærdeyðaupplivingum. Og sambært honum er talan um eitt fyribrigdi, ið gongur tvørtur um mentanir, og sum er at finna langt aftur í tíðini. Sjálvur hevur hann gjørt samrøður við eina ørgrynnu av fólkum, ið halda uppá, at slíkar upplivingar hava verið teimum fyri. Hann hevur víst á, at nøkur felagseyðkenni kunnu staðfestast í flestu upplivingunum. Eitt nú upplivingin av at fara úr likaminum og síggja seg sjálvan, at hitta avvarðandi sum eru deyð, at síggja guddómligar verur av ymsum slag og ein kensla av friði og kærleika.


Sambært Bruce Grayson eiga vit at taka upplivingarnar í álvara, tí tær hava so stór felagseyðkenni tvørtur um mentanarmunir. Spyrjast kann til dømis, hví heilin júst skuldi valt avvarðandi, sum eru deyð og ikki onnur, um talan bert var um illusiónir. Aðrir granskarar arbeiða við at staðfesta, júst nær hesar upplivingar fara fram, tí um tær fara fram, tá sjúklingar eru kliniskt deyðir, og heilin er hildin uppat at virka á nøkrum stigi, sum vísindin kennir til, gevur hetta ábendingar um, at tilvitanin kann halda áfram tá heilin er óvirkin.


Tveir slíkir granskarar eru Sam Parnia, bretskur hjartalækni, og Peter Fennick, neurosálarfrøðingur á Kings College í London. Teir hava miðsavnað seg um dømir, har sjúklingar kunnu staðfestast kliniskt deyðir - uttan heilavirksemið - men har tað síðani hevur eydnast læknum at fáa lív í teir aftur í evstu løtu. Teirra gransking staðfestir, at nógvir av hesum sjúklingum eisini kunnu greiða frá løgnum upplivingum.


Teir spyrja tí: hvussu kann heilin hava upplivingar, tá einki virksemið kann staðfestast? Um hetta er veruligt, gevur tað ábendingar um, at heilin kanska ikki skal skiljast sum framleiðari av okkara tilvitan, men kanska heldur sum móttakari av tilvitsku – sum kann halda áfram uttanfyri heilan, føra Sam Parnia og Peter Fennick fram.


Kvantifysikk og aldargamlir spurningar

Men hvat er sálin ella tilvitanin? Og hvar er sálin? Eitt heldur óvæntað boð kemur frá Stuart Hameroff, granskara í tilvitan á University of Arizona í USA. Hann hevur vent sær til kvantifysikkina í eini roynd at finna eitt svar. Sambært honum eru evarska smáir strukturar at finna innast í okkara heilakyknum, ið kunnu greiða frá, hvussu okkara heili djúpast sæð megnar at flyta informatión millum heilakyknir – neuronir. Hesir strukturar virka á kvantifysiskum grundarlagi, er hansara boð.


Fyri okkum deyðiligu er kvantifysikk torført at skilja, men talan er um eina løgna verð, ið framvegis er alisfrøðingum ógvuliga gátufør. Eitt nú vísa alisfrøðingar á, at á molekylerum stigi kann ein eind vera á tveimum støðum samstundis. Og at øll atomir í alheiminum so ella so hanga saman. Boðið hjá Stuart Hameroff er tí, at um okkara tilvitan er til á hesum grundleggjandi stigi, so kann tilvitanin halda áfram samanhangandi onkra aðrastaðni í alheiminum - aftaná at heilin er hildin uppat at virka.


Við hesum vil Stuart Hameroff vísa á, at sinni ikki neyðturviliga er tengt at okkara deyðiligu heilum. Og sambært honum er hetta besta frágreiðingin uppá, at fyri mong eru nærdeyðaupplivingar ein kensla av at fara úr likaminum. Frágreiðingin hjá honum er sjálvandi bert ein ástøði millum nógv ástøðir, ið royna at greina gátuna um okkara tilvitan.


Men kjakið um nærdeyðaupplivingar nemir við nakrar av teimum mest grundleggjandi spurninginum menniskju seta: Hvørji eru vit og hvat ger okkum til tað vit eru? Er okkara persónsmenska, tá samanumkemur, bert eitt úrslit av materiellum heilavirksemið ella ber til at argumentera fyri, at okkara sinni kann halda áfram aftaná at heilin heldur uppat rigga? Og hvussu kann ein materiellur heili, ið er samansettur av nærum óendaligum heilakyknum, skapa eina samanhangandi tilvitan, ið setir spurningar um tilveruna og sín egna eksistens? Hetta eru alt gátur, ið hava plágað heimsspekingar ígjøgnum nógvar øldir - og sum framvegis halda summar granskarar vaknar um næturnar.