Drepandi
politisk perspektiv
Í einum so álvarsligum máli, har landsstýrið hevur játtað nógvar milliónir kr. til eina ovurmannaða nevnd at skriva hesa bók, kundi man spurt um tað ikki hevði verið rætt at brúkt eitt sindur av hesum peningi uppá fólkaupplýsing um hetta verk, við einum almennum, vælskipaðum, sakligum orðaskifti? Og so - sjálvandi - eitt sindur meira av tíð uppá eina avgerandi fasu í politisku gongdini í hesum stórmáli, so vanlig fólk kanska eisini kunnu fáa eina hylling á, hvat í henda bók hevur og gevur av møguleikum og uppskotum, ella tølum, framskrivingum og kanska abstraktum teorium? Men nei, hetta skal hurrast ígjøgnum.
Er ferðin drepandi, so eru politisku perspektivini, sum landstýrismaðurin leggur fram, ikki minni drepandi. Fær hann eina fólkaatkvøðu og 50,1 % atkvøða fyri hansara loysingaruppskoti, so hevur hann fingið ríkiligt. Eg vil siga, at hetta er bæði órímiligt og óakseptabult. Tað ber ikki til, at gjøgnumføra eina so grundleggjandi samfelagsbroyting ella kanska kollvelting við einum mikriskopiskum meiriluta, sum kanska næstu fer, ið valt verður, er fordampaður og broyttur til ein minniluta.
Allir flokkar vilja
hava størri sjálvstýri
Broytingar skulu gjøgnumførast, tað er greitt, og allir(!) flokkar eru til reiðar at taka ábyrgd av hesum broytingum. Heimastýrislógin er 50 ára gomul. Føroyska og eisini altjóða samfelagið er stórliga broytt hesi árini. Kreppan hervur helst eisini víst, at galdandi lóg hevur sínar veikleikar á økjum og í situatiónum, sum teir tá í tíðini, í 1949, ikki høvdu fantasi til at hugsa sær. Lat okkum fáa eina lóg, avtalu ella traktat millum Føroyar og Danmark sum hóskar til nútíðina og sum leggur uppfyri har gamla lógin ikki var nóg góð. Kalla hana hvat tú vilt: Sjálvstýrislóg, Heimastýrislóg nr. 2, Sjálvræðislóg ella Autonomilóg. Navnið spillir ongan.
50,1 procent er tað sama sum meiriluta-diktatur
Men eitt, sum kan spilla, er at taka so stórar avgerðir við lítlum ella ongum meiriluta.
Eg vildi sagt, at atkvøðuprosentið, tá fólkaatkvøða verður, átti at verið væl yvir 80%, og av hesum skuldu so í minsta lagi 80% verið fyri uppskotinum. Alt, sum liggur har undir, verður ein ólukka. Tá íslendingar í 1944 atkvøddu um loysing fra Danmark, tá vóru 98% fyri uppskotinum. Hetta var greið tala. Her var eingin ivi.
At landsstýrismaðurin kann fáa seg at tosa um, at 0,1% í meiriluta er nóg mikið, tað vísir, at hann antin er politiskt óroyndur ella óbúgvin, ella at hann medvitandi stevnir beint ímóti meiriluta-diktaturi. Hann hevur ikki í sínari embætistíð víst vilja til at samráðast við andstøðuna um naka sum helst av týdningi. Hjá honum er bert eitt at samráðast um, og tað er hansara privatu uppskot. Onnur uppskot og aðrir tankar hava ikki hansara áhuga, sjálvt um hann dúligar brúkar pen orð sum: breitt orðaskifti, samráðast, semja, einki at vera bangin fyri og mangt annað, sum ljóðar gott. Her er vandi á ferð!
Tað er munur
á atkvøðum
Hetta meini eg í álvara. Ein fólkaatkvøða ella løgtingsatkvøða um Føroyar sum fullveldi, er ikki tad sama sum at viðtaka eina lóg um at umbyggja havnina í Skopun ella seta fólkapensiónina upp við 10 ella 20 prosentum. Tá víðgongdar broytingar skulu fremjast, tað veri seg í einum vanligum felagi ella í samfelagnum, har vit øll eru tvungnir limir, so krevst meira enn vanligur meiriluti, kvalificeraður meiriluti, 2/3, 3/4 ella onkuntíð uppaftur meir. Til dømis kann danska grundlógin bert broytast um 5/6 atkvøða fyri í Fólkatinginum. Men sitandi landsstýri fýrir ikki fyri at broyta ríkisrættarligu støðu landsins við 0,1 % í meiriluta. Hetta er meiriluta-diktatur. Tí ein næstan líka stórur partur av veljarunum eru kanska hart ímóti. Her verður ikki lagt upp til samarbeiði við andstøðuna. Hetta skal trumfast ígjøgnum.
Fjølmiðlarnir sita sum lundi sligin á nevi
Í hesi álvarstíð hevur tað undrað meg at síggja og hoyra Sjónvarpið og Útvarpið. Hesir stovnar, sum fyri kortum gingu sum fressar í millum hurðar í Tinganesi og stungu mikrofonina næstan heilt inn í munnin á táverandi Løgmanni, um hann dittaði sær útum - hesir stovnar eru nú púra vatndeyvir. Sjónvarpið, sum at kalla fór fallit av at koyra bankasakina fram sum eitt goysandi og spruttandi damplokomotiv, stýrt av einum óførum journalisti, sum brúkti hesa einu sak til at gera eitt skarvslop inn í tjóðveldisflokkin og út í Tinganes, tað er blivið eitt Vattnissu-sjónvarpið. Tað sýnist, sum Sjónvarpið ongan tíðindamann hevur eftir, sum hevur politiska pondus at stilla kritiskar og borandi spurningar til hetta populistiska fullveldisprojektið. Mikrofonhaldara-útvarpið er ikki stórt frægari. Fyri nógvum lurtarum ljóðar hetta mest sum at eingin journalistur hevur dirvi til ella áhuga fyri at spyrja frekar spurningar. Landsstýrismenn sleppa alt ov lætt avstað og ígjøgnum við sínum málum. Og Sosialurin setur meira orku og pláss av til at referera fótbólt, í staðin fyri at vera eitt politisk tíðindablað. Dimma er sum vanligt mest fornermað og líka seinfør sum Sambandsflokkurin. Her eru at kalla eingir glottar at sjá. Bløðini eru tó munin frægari, tí her er eitt vist orðaskifti, og fólk sleppa at siga sína meining.
Er blokkurin
bara skaðiligur?
Til tíðir ljóðar, sum full semja ella konsensus er ikki bert millum flestu politikkarar, men eisini aðrar eygleiðar, um at ?blokkurin? er absolut skaðiligur og skal avtakast so skjótt sum tilber. Ella alt fyri eitt hjá teimum bráðastu.
Eg vil nú eisini siga, at tað er ikki rímiligt at Føroyar fáa eina milliard ella næstan 1/3 av landskassainntøkuni inn á konto, um ikki tørvur er á pengunum ella um politikararnir ikki brúka teir við skynsemi. Hví skal sveisarin á Lindø-skipasmiðjuni ella kassadaman í Netto betala ein part av sínum skatti til eitt forkelað fólkaslag í Norðuratlantshavi?
Eg meini ikki at blokkurin í sær sjálvum er skaðiligur. Kanska er hann ov stórur. Men tað veldst um politiska dirvi og megi (prinsippir). Politikkarar kunnu (og hava fyrr gjørt tað) misbrúka peningin, sum kemur í landskassan, uppá mangar mátar. Til at stuðla fiskivinnuna, svá at einki samband er millum íleggingar, fiskaprísir og tilfeingið. Ráfiskagrunnurin var eitt óhugnaligt dømi, har politikkarar hvørki høvdu dirvi ella megi til at siga stopp. Tá varð ov seint, og tá fingu teir boð um at stegðga vitloysinum.
Blokkar eiga
at brúkast við skili
?Blokkar? fungera í øðrum londum. Í Danmark er ein kommunal blokkskipan, so at kommunur við serligum tørvi fáa, meðan aðrar noyðast at lata. Í EU eru eisini nógvar skipanir, sum stuðla útjaðaraøkir ella verkætlanir sum td Oyrasundsbrúnna, sum bøtir um infrastrukturin í EU. Eitt land sum Ísrael fær nógvar milliardir árliga í kassan, sum u-landshjálp(!) og annað.
Og enn er livifóturin í Føroyum (roknað sum BNP pr. íbúgva) lægri enn í Danmark. So kanska er tad ikki so tápuligt við einum ?blokki?, um hann verður brúktur við skili og til at byggja upp. Men, sum við øllum øðrum tingum, so skal málið hjá einum og hvørjum landi ella stati sjálvandi vera størst møguligt sjálvbjargni.
Hví geva einum
trúgvum vini sparkið?
Eins og menniskja er ein sosial vera, sum krevur eitt sosialt ?netverk? (sum sagt verður nú á døgum), eitt net sum knýtir teg til familju, vinir, kenningar og samfelagið, so eru lond - statir ella ikki - eisini noydd at hava eitt net, sum knýtir tey til onnur vinarliga sinnað lond. Eitt net sum gevur trygd, men sum eisini krevur nakað av tær.
Tó havi eg enn ongan hoyrt, sum hevur kunna forklára mær, hví tað skal vera eitt framstig at kappa alt samband, sum vit hava vit elsta og besta vinarlandið, Føroyar hava. Og her meini eg sjálvandi Danmark. Eg veit væl, at national-romantikarar í Føroyum hava gjørt eitt stórt og skaðiligt arbeiði fyri at spilla Danmark út, og geva Danmark og donskum politikkarum og embætismonnum skyldina fyri allar kreppur og politiskar ólukkur í Føroyum. Leiklutin hjá Sjónvarpinum kenna vit. Og hví kom kanningin av føroyskari ábyrgd ongantíð ígongd??? Sjálvandi eru danskir politikarar ella embætismenn, bæði nú og fyrr, sum hava gjørt mistøk og hava verið tápuligir og arrogantir. Men eru teir føroysku politikkararnir og embætismenninir frægari?? Kanska finnst onkur eingil teirra millum.
Hvør rætti okkum hjálpandi hond, tá illa stóð til?
Men hvør lænti okkum 6 milliardir góðar danskar krónur, tá harðast leikaði á? Hvør hevur longu eftirgivið okkum meira enn eina milliard? Og hvør letur okkum árliga enn eina milliard, sum til dømis kundi brúkst til at gjalda restskuldina? Fara pengarnir tann vegin tey fyrstu árini, ber ikki til at siga, at blokkurin avskeplar tann føroyska búskapin. Hann kundi farið til eitt frægari sjúkrahúsverk, betri sosialar veitingar ella nútíðar skúlaverk. Til granskingarverkætlanir við væl kvalificeraðum fólki, til blomstrandi Fornminnissavn ið vísir Føroya søgu, til musikkskúlar og upp aftur fleiri sangkór og eitt ordiligt symfoniorkestur, og til aðrar listaskúlar. Til at seta prísirnar niður á bøkrum og CD-fløgum við góðum musikki. Ella nógv annað fornuftigt, sum á ongan hátt hevð avskeplað vinnulívið, men sum hevði gjørt lívið í Føroyum fjølbroyttari og ríkari.
Grundleggjandi uppgávurnar og málini hjá landastýrinum
Aðalmálið hjá einum og hvørjum landastýri er at verja landsins eind, at skapa eitt demokratiskt, sosialt trygt og stabilt samfelag og eina trygga framtíð. Tað er uppgávan at skapa karmarnar, so fólkið trívist og hevur møguleikar fyri útbúgving, arbeiði og kreativiteti, og fyri at seta búgv og at virka í einum frælsum og sosialt rættvísum landi. Tað er uppgávan at víðka um karmarnar, ikki at kappa vinarbond. Ríkisfelagsskapurin við Danmark - og Grønland - forðar okkum á ongan hátt at realisera hesi mál. Tvørtur ímóti. At kappa øll bond, sum ein landsstýrismaður og hansara privata polit-býro vil, verður eitt lop út í eina national-romantiska óvissu. Tað man vera ein ógvuliga ?serstøk tjóð?, sum gevur sær sjálvum nasablóð.
Rolf Guttesen