Er limur í Hells Angels

Ein av teimum ákærdu í rúsevnismálinum, sum Føroya Rættur viðger hesar dagarnar, er limur í Hells Angels. Tað váttaði verji hansara í rættinum í gjár. Tað vóru eisini rokkararnir, sum sendu fólk til Føroya við rúsevnum, men fólkini vóðu steðgað av tollarunum

Tað er fleiri ferðir prógvað, at Hells Angels stendur fyri rúsevnishandli, og nú er staðfest, at handil teirra eisini røkkur til Føroya.
Hetta er komið fram í rúsevnismálinum, sum Føroya rættur mánadagin fór undir at viðgera. Dómarnir fella væntandi seinni í dag.
Narkopolitiið kom inn í málið, tá ið tollararnir steðgaðu einum bili, sum kom við Norrønu úr Danmark 24. Juni í ár.
Í bilinum vóru tveir ungir danir, ein kvinna og ein maður. Tey søgdu, at tey skuldu til Føroya at ferðast í tvær vikur, høvdu tráður, tjald og annað við sær.

Sannleikin ein annar
Men tá ið tey vórðu handtikin, og bilurin varð kannaður, var søgan ein onnur.
Hann varð sendur til Føroya, og hon fór við, tí tað skuldi síggja út, sum vóru tey par.
Veruliga ætlanin var, at tey dagin eftir skuldu fara til Danmarkar í flogfari.
Maðurin greiddi í rættinum frá, at hann ikki longur var misnýtari av rúsevnum, og hon hevði ongantíð so mikið sum roykt sigarettir.
Men hann var komin at sláa ein mann, sum vísti seg at hava samband við rokkararnar, sum áløgdu tí ákærda manninum at gjalda 25.000 krónur fyri gerð sína.
Ta ið hann ikki kundi gjalda, varð honum álagt at gera eitt arbeiði, og tað var at fara til Føroya við rúsevnum.
Rúsevnini vórðu fjald í einum eldsløkkjara. Góð 600 gramm av hassji og MDMA-pulvur svarandi til 1137 ecstasy-tablettir.
Kvinnan var farin við fyri at hjálpa manninum, sum hon áður hevði gingið saman við.
Tey skuldu koma við túrin hjá Norrønu frammanundan, men á veg til Hirtshals, datt eitt hjól av bilinum, og tey noyddust at venda aftur.
Tá kom kvinnan at hitta mannin, sum hevði sent tey avstað. Hann var systkinabarn hin.
Sum vikan gekk, fekk kvinnan kaldar føtur, men tað eydnaðist hinum baðum at yvirtala hana at fara.

Bangin
Tann ákærdi maðurin vildi ikki nevna nøvn av ótta fyri hevnisøku, men fyri politinum hevði hann beinanvegin nevnt fornavnið á føroyinginum, sum skuldi taka ímóti. Hann hevði eisini upplýst, at tann maðurin áður hevði sitið í Danmark fyri narkosmugling. So var lætt hjá politinum at finna fram til henda mannin.
Hann er eisini ákærdur.
Hann í bilinum hevði eisini upplýst fyri politinum, at hesin føroyingurin hevði smuglað fyrr í summar. Tað hevði hann gjørt við at grava hol inni í sólunum og krógvaði rúsevnini har.
Húsarannsókn varð gjørd hjá manninum, og skógvarnir vórðu funnir.
Hann í bilinum gitti, at hann hevði smuglað við Norrønu, tí vandin fyri at verða tikin er størri, tá ið farið verður um flogvallir, serliga Kastrup, helt hann.
Við at kanna telefonir hjá honum kom politiið fram á systkinabarnið hjá hinum í bilinum. Hvørgin av hesum málinum vildi siga nakað í rættinum.
Tann fimti ákærdi er ein, sum hevur havt minni leiklut sum keypari. Hesin hevur ikki eins og hini sitið varðhaldsfongslaður.
Tá ið telefonirnar hjá manninum, sum er limur í Hells Angels, vórðu kannaðar, varð sambært politinum funnið fram til, at hann hevði fingið sms um aðrar limir í Hells Angels. Limir, vóru farnir úr felagsskapinum. Sambært politinum avdúkaði telefonin samband við ein Jens-Peter Kristensen, sum var ein týðandi limur í Hells Angels. Jens-Peter Kristensen, sum eisini varð nevndur Smukke Jens, fekk dóm fyri at hava verið í drápinum av makrelinum.
Tann ákærdi, sum er limur í Hells Angels, hevur sjálvur ikki sagt eitt orð í rættinum.
Nevnt varð týsdagin í rættinum, at ein dag, tá ið hesin ákærdi hevði verið garðtúr í Mjørkadali og kom inn aftur á gongina, kom tann føroyski tigandi ákærdi av óvart at hoyra málið á honum á gongini og bankaði á hurðina. Maðurin innan fyri segði tá navnið á honum og bað um umbering, og danin svaraði:
- Nú er ov seint at biðja um umbering.