Sum aðalmál hjá einhvørjari samgongu, ið situr við leiðslu landsins, eigur at verða lagt til síðis í góðum tíðum fyri at hava til at taka í ringum tíðum.
Er ta gjørt?
Lat okkum takað frá byrjan av :
Í tíðarskeiðnum 1998 -2003 hevur samgongan undir fólkafloksleiðlsu fingið blokkstuðul upp á tilsamans 5100 milliónir ? harumframt hava teir havt knappar 16000 millionir (16 milliardir) í skatta og avgjaldsinntøkum í sama tíðarskeiði - altso tilsamans 21000 milliónir í inntøkum og hóast tað, so er ikki meir enn 1 milliard løgd til síðis øll hesi árini.
Við árslok 1998 stóðu umleið kr. 1,2 mia í landsbankanum í okobter 2003 stóðu umleið kr. 2,2 mia í landsbankanum
Spart upp í hesi árini kr.1,0 mia.
Jú vist hevur ligið sera væl fyri at brúkt, tað má sannast.
Sitandi samgonga hevur økt almennu rakstrar- og lønarútreiðslurnar við 1,2 mia. - úr 2,4 mia. til 3,6 mia.
Avlopið á fíggjarlógini í 1998 ? undir sambandsleiðslu ? var umleið 470 mió.
Avlopið í 2002 var umleið 142 mió ? undir fólkafloksleiðslu.
Væntandi verður hall 2003 ? undir fólkafloksleiðslu.
Væntandi mangla 200 mio í 2004 ? undir fólkafloksleiðslu??
Hvør er so niðurstøðan?
?Eingin konjunkturstýring, hvørki er ella hevur verið síðan 1998, tá hendan samgongan tók við.
?Alt krútið er brúkt í góðu tíðunum
?Eingin strategi/visión er um at økja inntøkuskapanina í føroysku vinnuni
?Eingin ætlan um at effektivisera raksturin fyri at spara í almennu umsitingini
?Avleiðingin komandi árini verður ? ein almennur sektor í trupulleikum!
Samgongan tosar um at gerast fíggjarliga sjálvberandi.
Hava teir yvirhøvur gjørt nakað fyri at náa hesum málsetningi?
Tveir hættir eru at gerast sjálvberandi:
?Størri inntøkur ? búskaparvøkstur
?Minni útreiðslur ? sparingar á fíggjarlógini.
Tað er greitt; at búskaparvøksturin seinastu árini hevur verið stórur ? men stýringin av almennu útreiðslunum hevur als ikki verið til staðar, tær hava fingið loyvi at vaksa ótálmað ár undan ári frá 1998 til dagin ídag.
?Kappingarførið er versnað við 25% ? undir fólkafloksleiðslu
?Vinnupolitikkurin ? Inntøkuskapan frá øktum vinnumøguleikum er ikki at fáa eyga á - undir Fólkafloksleiðslu.
?Skattalættin er uppetin av eyka gjøldum ? undir fólkafloksleiðlsu
?Lógin um vinnuligan fiskiskap, sum var frálík, tá Sambandsflokkurin kom við henni, er nú vorðin útholað og forkvaklað ? undir fólkafloksleiðslu.
Loysing kann ivaleyst finnast við Fólkafloksleiðslu ? men loysnir finnur tú ongar undir Fólkafloksleiðslu, tað er ein sannroynd.
Sjálvberandi búskapur ? nær er búskapur okkara sjálvberandi?
Búskapurin er sjálvberandi, tá vit kunnu fíggja allan almenna sektorin við inntøkum skaptum í føroysku vinnuni, men av orsøkunum nevndum omanfyri, er sitandi samgonga ongantíð longri burtur frá hesum málsetningi enn just nú.
Óli Breckmann, formaður Fólkafloksins, noyðist at ásannað ? hóast tað man verða torført hjá honum ? at makan til vanstýring av samfelagskútini Føroyar, enn tann sum fer fram undir Fólkafloksleiðslu, í bestu tíðum nakrantíð, skal ein leita leingi eftir.
Sprittið er farið úr kumpassini, og skútan siglur fyri vág og vind.
Hevði slík samfelags- og fíggjarstýring sum fer fram í løtuni verið framd undir sambandsleiðslu (hvat tó er óhugsandi), so hevði Óli Brekcmann ikki verið tespiligur í verbalum útsøgnum.
Alternativið til sitandi samgongu kann ikki verða ringt at fáa eygað á.