HB vann í gjár 2-1 á Víkingi í Gundadali í 24. umfari í Effo-deildini. Hetta var fyrstu ferð í síðani 25. mei, at Víkingur tapur, men teir vóru ikki nøgdir við dømingina í dystinum.
Serliga er tað brotssparkið, sum HB fær í seinna hálvleiki, ið liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen, er argur um. Hann metir, at Kristin R. Mouritsen uppsøkur kontaktina við at lata beini “hanga”, so tað rennur saman við mótstøðuspælaran.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra havt Atli Gregersen(Víkingur) og Kristin R. Mouritsen(HB) høvdu at siga um brotssparkið og dystin
So er spurningurin, er tað brotsspark ella ikki?