Er tað veruliga plásstrot á hádeildini í Skúlinum á Fløtum?

Í síðstu viku tók Trivnaðarnevndin í Tórshavnar Kommunu avgerð um bygnaðarbroytingar innan skúlaøkið, ið merkja, at 7. flokkarnir í St. Frans skúla eftir ætlan skulu ganga í hádeildini á Eysturskúlanum eftir summarfrítíðina, og ikki í Skúlanum á Fløtum, sum tey annars altíð hava hoyrt heima. Hetta eru nógv foreldur at børnum í 7. fl í St. Frans skúla sera misnøgd við. M.a. tí hetta inniber, at næmingarnir úr 7. fl í St. Frans skúla í Eysturskúlan, skulu tvørturum býin í skúla, tí nógv tey flestu búgva í vesturbýnum.

 

Tá málið um hvar 7. flokkarnir úr St Frans skúla skulu ganga í 8-9. fl varð umrøtt í Kringvarpinum fyrr í vikuni, segði Regin Marnersson, skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum, m.a. at “skúlin hevur ikki pláss fyri øllum næmingunum, sum eftir galdandi skipan hava rætt at ganga har” og at “mann kann ikki kroysta fleiri næmingar inn enn tað er rúm fyri”.

 

Súna Mørk, forkvinna í Trivnaðarnevndini hjá Tórshavnar Kommunu, hevur m.a.ført fram, at “politiskt ynskir mann at skúlarnir fáa pláss og rúm fyri serflokkum”, og at “Skúlin á Fløtum er bygdur til fimm flokkar á hvørjum árgangi, og nú eru seks flokkar orsakað av einum undantaksloyvi”.

 

Men eru hølisumstøðurnar veruliga so avbjóðandi og truplar á Skúlanum á Fløtum, sum skúlastjórin og forkvinnan í Trivnaðarnevndini vilja vera við?

 

Samanumtikið standa nógv foreldur at børnum í núverandi 7. flokkunum í St Frans skúla eftir við nøkrum yvirskipaðum spurningum, sum vit meta eru heilt grundleggjandi at fáa svarað, og sum vit meta Tórshavnar Kommuna og Skúlin á Fløtum eiga at svara sum skjótast, nú tey mæla til eina stóra bygnaðarbroytingar fyri St. Frans skúla, sum í roynd og veru eisini gongur beint ímóti teirri yvirskipaðu bygnaðarbroyting, ið Tórshavnar Kommuna setti í gildi beint fyri jól, sum skal tryggja, at børn sleppa at ganga í skúla í nærumhvørvinum.

 

  1. Er tað veruliga neyðugt at skerja talið av rásum úr seks niður í fýra í ávv. 8.fl og 9.fl í Skúlanum á Fløtum? Ber ikki til at hava fimm rásir fyri hvønn árgang, sum skúlin er bygdur til sambært forkvinnuni í Trivnaðarnevndini?

  2. Hvussu nógvir av næmingunum á ítróttarásunum í 8-9.fl koma frá øðrum skúlum í Tórshavnar Kommunu og øðrum kommunum í landinum enn Skúlanum á Fløtum og St Frans skúla?

  3. Hvussu væl verða skúlahølini í Skúlanum á Fløtum útnyttað, t.d. meðan teir fýra flokkarnir á ítróttarrásunum í 8-9. fl venja tveir tímar hvønn fyrrapart fýra dagar um vikuna í Gundadali?

  4. Er møguleikin at flyta teir fýra ítróttaflokkarnar aftur í Gundadal, har teir vóru fyrr, viðgjørdur politiskt?

 

Vit heita á Trivnaðarnevndina í Tórshavnar Kommunu og Býráðið at taka hesar spurningar við í eina sakliga viðgerð, tá bygnaðarbroytingarnar fyri St. Frans Skúla verða umrøddar. Annars ber illa til at taka vælgrundaðar avgerðir, tí tykkum vantar reelt innlit í hølisviðurskiftunum á Skúlanum á Fløtum.

 

Fyri okkum foreldur tykjast næmingarnir í 7. flokkunum í St Frans at verða fataðir sum tøl í einum Excel arkið, sum uttan víðari kunnu flytast í ein skúla, har pláss er – í fyrsta umfari í Eysturskúlanum. Øll menniskjalig og sosial atlit fyri hesum viðbreknu tannáringunum verða skúgvað til viks.

 

Við vón og ynski um at Tórshavnar Býráð og Trivnaðarnevndin tekur støðuna í álvara og virðir rættin hjá okkara børnum at sleppa í hádeildina í Skúlanum á Fløtum eftir summarfrítíðina.

 

Hetta skriv er sent til allar býráðspolitikkarar í Tórshavnar Kommunu og miðlarnar.

 

John Eikhólm - vegna foreldur at børnum í 7. flokkunum í St. Frans skúla í Tórshavn 19. januar 2022