Er úti hvønn einasta dag

Gurli Clementsen í Havn gongur langar túrar hvønn einasta dag. Regn leggur hon einki í. Bara stormur kann fáa hana at setast aftur

Gurli hevur altíð verið morg­unfólk. Og tað er hon framvegis.
Klokkan er sjáldan átta, tá ið hon fer úr húsum sín­um yviri við Strond móti mið­býnum.
Við rollatorinum framman fyri seg fer hon á Vaglið ella oman í Vágsbotn, og skal hon til handils, fer hon altíð í FK í Dr. Jakobsensgøtu.
Henni dámar best at vera í miðbýnum, men onk­­un­tíð hevur hon tó ør­indi á apotekinum, og so spák­ar hon niðan eftir R. C. Effer­søes­gøtu.
– Eg eri náttúrufólk, og mær dámar so væl at ganga, hyggja at plantum og urta­gørðum, og tað sker meg í hjarta, tá ið eg síggi plantur verða skræddar upp.
Rutan hvønn dag er ikki føst, og ofta steðgar hon á at práta, tí hon kennir nógv fólk. Astu í kioskini á Vagl­inum prátar hon við so at siga hvønn dag.

Nógv motión
– Allir hesir túrarnir geva mær nógva motíón og nógva fríska luft. Einki er so gott sum frísk luft. Tað er neyðugt at røra seg, tí annars stirnar man bara. Áðrenn eg fari heimanifrá, hyggi eg tó, hvussu veðrið er, tí her er ótrúliga veðurhart. Regn ger mær einki, tí eg havi mín góða tøvda føroyska frakka.
Gurli Clementsen er ein væl nøgd og glað kona. Hon flennir alla tíðina, meðan hon tosar.
Hon sigur, at tað ber væl til at koma gjøgnum býin við rollatori. Gongubreytirnar eru so mikið breiðar, at rolla­tor­urin fær verið har.
– Men eitt býtt er, og tað eru steinløgdu túnini. Har er skjótt hjá gomlum fólkum at detta.
Ein dagin fekk eg ein ordans túr í býnum. Tað eru einar fýra vikur síðan. Ein kona stóð og keypti fisk, og eg bíðaði eftir henni. So dátt hon á mín rollator, og eg aftaná. Hvørgin brotnaði, men vit fingu nakrar snudd­ir.
Gurli Clementsen flennir kortini at hesum tilburði og sigur, at báðar hugsaðu aftaná mest um, at tær mundu lukta illa av fiski.

Eitt gott hjálpartól
Hon hálovar rollatori sínum. Í níggju-tíggju ár hevur hon havt rollatur, og hon heldur, at tann núverandi er hennara níggjundi.
– Summi flenna at mær og mínum rollatori, men tað leggi eg einki í, tí eg vil sleppa út at ganga hvønn dag. Tey hava boðið mær ein el-drivnan koyristól, men eg havi sagt nei takk, tí so fekk eg onga motión.
Gurli heldur tað vera løgið, at tað verður skemtað við rollatorum. Tað er eingin skomm at vera illa gongd, og rollatorurin er eitt ótrúliga gott hjálpartól.
– Hevði eg ikki havt mín rollator, slapp eg ongan veg og sat bara inni einsamøll.
Hon er so bundin av sínum rollatori, at tá ið børnini koma eftir henni í bili, hevur hon altíð rollatorin við. Hon brúkar hann eisini inni.
Maður hennara, Jógvan Clementsen, doyði í fjør. Ta seinastu tíðina lá hann á Lágargarði, og hon fór hvønn einasta dag út at vitja hann. Tær brkkurnar vóru strævnar, men tað gekk.
Mánadagin hevði borgar­stjórin í Havn móttøku fyri Robin Clementsen, sum rann ta longu leiðina suður til Gibraltar.
Til ta móttøkuna var Gurli við, tí hon er mamma Robin, og hon er errin av bragdinum hjá soninum. Borgarstjórin var blíður, gav Robin stórt blómutyssi, ið sonurin læt mammuna fáa.
Tá komu tey við bili eftir tær?
– Nei, eg vildi heldur ganga.

Koyrid landrovara
Gurli flutti saman við mann­inum til Føroya í 1964, og tey fingu seks børn. Við so nógvum børnum var ikki hugsingur um at fara út at arbeiða.
Maðurin arbeiddi í Mjørka­dali, og tað hendi meira enn so, at familjan var har uppi og vitjaði. Har var deiligt, sigur Gurli.
Av tí at maðurin skuldi á fjøllini fyri at koma til arbeiðis, keypti hann sær ein landrovara, sum Gurli dámdi væl at koyra. Bilurin var tó nokkso tungur at venda.
Oyggjarvegurin var ikki altíð tespiligur.
– Eg minnist eina ferðina, eg fór við børnum niðan, og tá ið vit vóru komin beint áðrenn Norðradalsskarð, lyfti vindurin bilin upp, men hann kom aftur niður á hjól­ini. Børnini skríggjaðu, men eg koyrdi víðari, og vit komu vegin fram.
Tað er alt farin tíð. Gurli er einsamøll heima, og tað gongur væl. Sjónvarpið er á vegginum í køkinum, og har situr hon manga løtuna. Onkur hevur nevnt við hana at fáa sær teldu.
– Nei, eg havi ikki brúk fyri nakrari teldu, sigur Gurli.