Erdogan og Orban lova hvør øðrum tættari bond

Leiðararnir í Turkalandi og Ungarn viðmerktu ikki svensku Nato-umsóknina eftir fund teirra í Budapest í dag

 

Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orbán (t.h.), sjálvur handa róðrið, tá hann hevði turkiska forsetan, Recep Tayyip Erdogan, á vitjan í dag. - Foto: Attila Kisbenedek/Ritzau Scanpix

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, fekk ein hest í gávu, tá hann í dag var á vitjan hjá ungarska forsætisráðharranum, Viktor Orbán, í Budapest.

Erdogan, sum varð móttikin við hernaðarligari heiðurmóttøku í Budapest, hevði ein turkiskt framleiddan elbil sum vertsgávu.

– Gávan frá ein riddaratjóð til eina aðra, skrivaði Orbán á Facebook.

– Tann besti handil, eg nakrantíð havi gjørt! Fyri eina hestakraft fekk eg 435, legði hann afturat um gávubýtið.

Tað er onnur vitjan hjá Erdogan í Ungarn seinastu fimm mánaðirnar.

Júst Trukaland og Ungarn eru tey einastu londini, sum ikki hava góðkent svensku umsóknina um limaskap í verjusamgonguni Nato.

Ungan hevur drigið tilgongdina út, sjálvt eftir at Erdogan hevur slakað síni mótstøðu.

Nato-víðkanin varð umrødd á fundinum, sigur forsetin í Ungarn, Katalin Novak.

Men Erdogan og Orbán viðmerktu ikki málið, tá teir hildu tíðindafund eftir fundin í dag.

Harafturímóti samdust teir um at økja handilin frá núverandi fýra milliardum dollarum um árið til seks milliardir dollarar.

– Vit vilja styrkja samstarvi á økjum sum verju og orku, har vit longu ahva eitt fruktagott samstarv, segði Erdogan.

Umframt Turkaland er Ungarn undir leiðslu Orbáns seinastu árini árini latið alsamt meira upp eystureftir. Tað snýr seg ikki bara um Russland, men eisini um Kina og fleiri miðasiatisk lond.

/ritzau/AFP

 


 

 

Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orbán (t.h.), sjálvur handa róðrið, tá hann hevði turkiska forsetan, Recep Tayyip Erdogan, á vitjan í dag. - Foto: Attila Kisbenedek/Ritzau Scanpix