Erik Ten Hag tekur við starvinum sum høvuðsvenjari hjá Leverkusen

Erik Ten Hag hevur áður verið venjari í týskum fótbólti

55 ára gamli, Erik Ten Hag, ið var høvuðsvenjari hjá Manchester United millum 2022 og 2024 við misjavnari eydnu - har hann tó vann tvær steypakappingar - hevur fingið nýtt starv.

 

Ten Hag tekur við starvinum sum høvuðsvenjari hjá Bayer Leverkusen, ið vann greipuna í 2024, og endaði næstfremst í bundesliguni í júst lokna kappingarári.Te

 

Ten Hag hevur skrivað undir ein tvey ára sáttmála við Bayer Leverkusen, har hann avloysir Xabi Alon­so, ið hevur tikið við heimsins mest krevjandi starvi, høvuðsvenjarastarvinum í Real Madrid.

 

Ten Hag vandi eykaliðið hjá Bayern München millum 2013 og 2015, og hann dugir væl týskt. Áðrenn tíðini í Manchester United var Ten Hag í tvey ár høvuðsvenjari hjá Utrecht, og í fimm ár høvuðsvenjari hjá Ajax Amsterdam. Við Ajax vann Ten Hag trý meistaraheiti og tvær steypakappingar.