Hvassi úr Sundalagnum og báturin úr Fuglafirði vóru í innanhýsis kapping um FM heitið undan ólavsøkuróðrinum. Áðrenn startspurturin var av, varð tað greitt, at eingin kapping fór at vera í hesum róðrinum. Hvørki um sigurin á Ólavsøku og harvið heldur ikki um FM heitið.
Erla Kongsdóttir vann mest sannførandi sigurin av øllum á Ólavsøku. Tíðarmunurin frá Erlu og aftur til Hvassa var níggju sekund ella fýra bátslongdir.
Tað hevur verið kappast um FM millum 5-mannafør við gentumanning síðani 2005. Hetta er fyrsta ferðin, at Erla Kongsdóttir vinnur meistaraheitið. Einasti bátur, sum hevur vunnið FM tvær ferðir, er Hvassi, ið vann silvur í ár. Hvassi vann FM í 2007 og aftur í fjør.