Tað var sama søgan í dag, sum tað hevur verið tríggjar tær fyrstu ferðirnar í ár, og tað var sama søgan í dag, sum tað sum oftast hevur verið seinastu árini.
Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði stýrdi einsamøll fram ímóti málinum og var tvær bátslongdir og ivaleyst meiri enn tað undan næsta bátinum, tá ið punktum varð sett fyri kappróðrinum á sundalagsstevnu í Hósvík.
Blikur av Argjum átti besta startin, og inntil málið var hálvrógvið, var tað kapping um fremsta plássið millum Blik og Erlu Kongsdóttir. So vístu tær úr Fuglafirði, at tær eru mest sannførandi og bestu rógvararnir í hesi kappingini.
Erla Kongsdóttir fór í hvørjum taki frá hinum bátunum, og á endamálinum var fjarstøðan meiri enn fimm sekund.
Blikur var klárt næstfremstur, og Heykur vann innanhýsis kappingina millum bátarnar úr Hósvík um at vinna bronsuplássið.
1 | Erla Kongsdóttir | 05:24.08 | 7 |
2 | Blikur | 05:29.31 | 6 |
3 | Heykur | 05:31.42 | 5 |
4 | Falkur | 05:32.35 | 4 |
5 | Junkarin | 05:45.02 | 3 |
6 | Spógvin | 05:47.00 | 2 |
7 | Báran | 05:49.39 | 1 |