Erla sleppur at snara Gekkahjólinum

– Eg havi fingið at vita, at eg einsamøll var reelli vinnarin seinasta fríggjakvøld, og eg sleppi at snara gekka-hjólinum fríggjakvøldið komandi.

 

–  Sjálvandi eri eg spent, men eg royni at taka tað rímiliga avslappað. Bevíst royni eg ikki at seta vónirnar upp eftir tí heilt stóra, tí so verður man helst vónsvikin, tá drigið verður. Kortini má eg viðganga, at tað hevði verið fantastiskt, um hjólið steðgaði á einum leypi fríggjakvøldið, sigur Erla Nielsen í Norðragøtu.

Tað var hon, sum gjørdist miðdepilin í avblástað Gekkaspælinum seinasta fríggjakvøld. Í seinasta spæli, har spælt varð um, hvør skuldi sleppa at draga um tær tvær miljónir krónurnar, sum var høvuðsvinningurin, kom ólag í skipanina hjá Kvf, soleiðis at eingin vinnari varð kosin - ikki í fyrstu atløgu.

Uppundir endan av Gekkaspælinum byrjaðu tøl at koma umaftur, sum høvdu verið fyrr í sama spæli, samstundis sum eingin vinnari kom undan kavi í øllum førum, soleiðis sum lurtararnir hoyrdu.

Ólag var á skipanini, og úrslitið varð, at verturin hetta kvøldið, Jan Gardar, noyddist at boða frá, at neyðugt varð av avlýsa seinasta spælið um høvuðsvinningin.

Tey, sum spældu Gekk seinasta fríggjakvøld og fólk, sum lurtaðu, hoyrdu ikki, at nakar ringdi inn, og soleiðis kundi hetta bent á, at eingin yvirhøvur hevði fulla plátu.

Men, í Norðragøtu sat ein spent, ung kvinna, sum hevði fulla plátu. Hon slapp eisini ígjøgnum, tá hon hevði fingið seinasta talið, sum hon hevði bíðað eftir í eina góða løtu eftir.

Í telefonini fekk hon at vita, at ólag var á spælinum, og at kontrolltalið hjá henni ikki var rætt, tó at hon visti, at øll tølini, hon hevði fingið niður á plátuna, vóru røtt.

##med3##

Eitt bankandi hjarta

Á sínari Facebook-síðu skrivaði Erla Nielsen seinni um kvøldið soleiðis:

– Í nógv ár havi eg spælt Gekk. Endiliga fekk eg fulla plátu og kom ígjøgnum til KvF, og sjálvandi var tekniskt brek í kvøld.

Á tráðnum á sínari Facebooksíðu leggur hon aftrat, tá onnur spyrja hana um, hvat hendi:

– Haldi, at okkurt klutur var í tølunum. So, tað er sikkurt ikki so nógv at gera við tað. Men, eg bleiv eitt sindur spent, tá eg slapp ígjøgnum... onkuntíð eru teknisk brek, og tað skuldi so vera í kvøld. Tað gerst bara ikki við... ja, stuttligt at merkja hjarta duka, so spentur man verður... giti, at hatta var tað, men stuttligt um ikki annað at sleppa ígjøgnum... heldur Erla Nielsen fyri á sínari Facebook-síðu.

 

Tølini vóru røtt

Men, hvussu upplivdi hon so fríggjakvøldið at fáa fulla plátu, ringja inn og ikki sleppa at draga um heilar tvær miljónir krónur?

– Eg sat og bíðaði eftir, at talið 29 skuldi koma. Meðan, eg bíðaði, legði eg til merkis, at nøkur tøl, sum høvdu verið, komu umaftur. Knappliga kom talið 29, og vit vóru trý, sum ringdu. Ein slapp ígjøgnum og rætti mær telefonina. Eg varð biðin um at upplýsa kontrolltalið, men eg fekk at vita, at talið var ikki rætt. Tað kundi ikki passa, tí eg hevði sitið og spælt við tveimum plátum og visti, at tølini, sum vórðu lisin upp og sum eg hevði strikað út, vóru røtt. Seinni kekkaði eg hetta fleiri ferðir.

Erla Nielsen heldur, at kvinnan í horninum hetta kvøldið virkaði eitt sindur trýst, og tað skilir hon væl, tá tað seinni vísti seg, at skipanin á ein ella annan hátt hevði koksað.

– Gekkaspælið var ikki avblást, tá eg hevði lagt hornið á og hevði fingið at vita, at kontrolltalið var skeivt. Hesa løtu visti eg sjálvsagt ikki, um nakað meira fór at spyrjast burtur úr hesum, og eg visti heldur ikki, um fleiri kanska høvdu fingið fulla plátu og møguliga høvdu ringt inn. Um so var, kundi onkur hava ringt, áðrenn eg ringdi. Tað visti eg jú einki um, sigur hon.

 

##med2##

Var ógvuliga spent

Erla Nielsen sigur, at hon einaferð áður fyri nøkrum árum síðan hevur havt eitt fult rað, men tá slapp hon ikki ígjøgnum.

– Hesaferð var talan um tvær miljónir. Eg hevði fingið fulla plátu, og eg var sloppin ígjøgnum, so sjálvandi var eg ógvuliga spent. So mikið meira keðiligt kendist tað, at skipanin júst nú var koksað. Hví skuldi hetta akkurát raka meg, hugsaði eg.

Hon vísir á, at tá tú sleppur ígjøgnum í síðsta spæli, er greitt, at tú í øllum førum ikki verður tómhentur.

– Eg hugsaði bara, at um eg hevði sloppið at snarað gekkahjólinum, hevði eg í øllum førum havt møguleikan at vunnið 10.000 krónur, og tað er í mínari verð eisini ein góður vinningur. Sjálvandi hugsar tú eisini um møguleikan at vinna ein enn størri vinning, tá møguleikin nú einaferð var har – møguleikin, sum hetta fríggjakvøld eftir øllum sólarmerkjum at døma fór í vaskið, sigur hon.

 

Sleppur at draga

Tá Sosialurin skifti orð við Erlu Nielsen mánamorgunin, hevði hon einki hoyrt aftur úr Kringvarpinum, men seinnapartin henda dagin ringdi telefonin hjá henni. Nú var tað KvF, sum ringdi og fortaldi, at hon var einasti reelli vinnari hetta serstaka fríggjakvøld, har tað gekk galið við tøknini í Gekka-spælinum.

– Tá tey ringdu, spurdu tey meg aftur um mítt kontrolltal, og nú fekk eg at vita, at talið var rætt. Tey søgdu, at tey líka skuldu ringja til onkran aftrat og so ringja aftur. Tá tey ringdu aftur, fekk eg at vita, at eg var tann, sum átti møguleikan at draga og at eg skuldi sleppa at snara Gekka¬hjólinum komandi fríggjakvøld.

Erla Nielsen sigur, at hon er ógvuliga spent, nú møguleikin kortini beyðst.

- Eg royni tó at taka tað rímiliga avslappað og vindi meg ikki ov nógv upp. Bevíst seti eg ikki vónirnar til tað heilt stóra, tí so verður man helst vónsvikin. Kortini má eg viðganga, at tað hevði verið fantastiskt, um hjólið steðgaði á einum leypi. Eg havi sagt við KvF, at eg fari at deila upphæddina í trý við 700.000 krónum í hvørjum leypi.

Tað merkir so eisini, sigur hon brosandi, at nakað undir øllum umstøðum verður eftir til Gekka-spælið, sum kemur aftaná.

– Tá høvuðsvinningurin verður deildur í trý, er møguleikin at vinna alt frá 10.000 krónum til 700.000 krónur. Eg havi sligið meg til tols við, at 10.000 krónur eisini er ein góður vinningur, um so verður, sigur hon.

 

Eingin avgerð

Erla Nielsen sigur, at hon enn onga avgerð hevur tikið um, hvat hon ger, um hon skuldi verið so heppin, at hjólið í fyrsta drátti steðgar á eitt nú 20.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið henni ein vinning á 100.000 krónur.

– 100.000 krónur hevði verið ein fantastiskur vinningur, men lat okkum nú síggja, hvat útfallið verður fríggjakvøldið.

Erla Nielsen leggur aftrat, at tað, sum hon hevur fingið at vitað frá KvF, er, at tey fara tey at ringja til hennara, nakað áðrenn nýggja Gekkaspælið byrjar, og síðan sleppur hon at snara hjólinum um høvuðsvinningin frá seinasta fríggjakvøldi.