Erla svam sum ein perla

5-mannafør kvinnur: Kvinnurnar í Fuglafirði hava sett sjøtil á at vinna FM heitið, sum tær mistu á stokkinum í fjør

Tað man vera sjáldan, at ein bátur vinnur so nógv, sum Erla Kongsdóttir við kvinnumanning vann í fjør, og at tað kortini ikki eydnast at vinna meistaraheitið. Í fjør vann Erla Kongsdóttir á Norðoyastevnu, og tilsaman vunnu kvinnurnar í Fuglafirði tríggjar róðrar. Men tær vóru kortini ov stuttar at vinna FM heitið. Tað vann Frúgvin í Miðvági, tí Frúgvin vann á Ólavsøku, og harvið stóðu tær í Fuglafirði við silvurmerkjum í bæði ólavsøkukappingini og FM kappingini.

Sjálvandi kendist tað sum vónbrot, og á Norðoyastevnu eydnaðist tað Erlu Kongsdóttir at taka fyrsta stigið fyri at vinna tað, sum kiksaði í fjør.

Sigurin í Klaksvík var sannførandi. Tvær bátslongdir var munurin millum tveir teir fremstu bátarnar, tá ið 5-mannaførini við kvinnum kappróðu. Erla Kongsdóttir og Drekin fingu besta startin, men tað var skjótt, at litti báturin leyp eina hálva bátslongd frá hvíta bátinum við drekastevninum, sum skjótt var leysur og meiri enn tað av hinum trimum.

Erla Kongsdóttir økti støðugt um munin, sum á Kósabrúnni var eina bátslongd og meiri enn tað, og á málinum var Erla Kongsdóttir tvær bátslongdir frammanfyri Drekan.
Kappingin um triðja plássið var tøtt, og ta kappingina vann Firvaldur av Tvøroyri eina bátslongd frammanfyri Blik av Argjum, sum var meiri enn tvær bátslongdir frammanfyri Havfrúnna úr Vestmanna. FM vinnarin í fjør, Frúgvin úr Miðvági, luttók ikki í kappingini. ?

5-mannafør kvinnur
?1 Erla Kongsdóttir 05:35.13
2 Drekin 05:40.02
3 Firvaldur 05:50.13
4 Blikur 05:53.01
5 Havfrúgvin 06:01.22