Av tí at Herfrí J. Sørensen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Klaksvíkar býráð hevur biðið um farloyvi, skal næsti maður á listanum hjá Fólkaflokkinum møta á býráðsfundinum í kvøld. Tað er Erling Petersen.
Herfrí J. Sørensen hevur boðað borgarstjóranum frá, at hon verður burturstødd til býráðsfundin í kvøld og tí ynskir, at fyrsti varalimur floksins fær boð at møta.
Reglurnar sambært kommunulógini eru, at berst kommunustýrislimi frá at røkja starv sítt í meira enn 14 dagar skal viðkomandi boða borgarstjóranum frá, og borgarstjórin skal síðani geva tiltakslimi fundarboð.
Kommunustýrið ger av, um treytirnar fyri innkallan av tiltakslimi eru loknar.
Og sambært fundarútskrift frá Valnevndini fyri Klaksvíkar býráð frá 14. november 2012 er fyrsti varalimur Fólkafloksins Erling Petersen, og verður hann tí at møta vegna Herfrí J. Sørensen til býráðsfundin í Klaksvík í kvøld.