Ernst Hansen, løgtingsmaður, hevur alla sína tíð verið sera virkin í samfelagsviðurskiftum. Sum heilt ungur fekk hann áhuga fyri politikki, og sum nevndarlimur í Sosialistiskum Ungmannafelag varð hann fyrstu ferð valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymi í 1966.
Ernst Hansen var útbúgvin grannskoðari og arbeiddi hann á Grannskoðaravirkinum hjá Jógvan Sundstein og Paula Ellefsen í nøkur ár, til hann seinni fór á Telefonverkið at starvast. Í 1975 var Ernst Hansen valdur til formann í Starvsmannafelagnum, og røkti hann hetta starvið til 1987.
Hann umboðaði Javnaðarflokkin í líkningarnevndini í Havn í mong ár og var eisini formaður í nevndini.
Eftir at hava starvast á Telefonverkinum í fleiri ár, fór Ernst Hansen aftur í starv sum grannskoðari á Grannskoðaravirkinum hjá Jógvan Sundstein. Men tá kreppan tók seg upp fyrst í 90?unum, og virkið minkaði um starvsfólkatalið, varð Ernst Hansen millum teirra, sum vórðu søgd úr starvi.
Tá fór Ernst Hansen at lesa løgfrøði sum sjálvlestur og fekk prógv sum løgfrøðingur, og starvaðist hann eitt skifti sum løgfrøðingur á Løgtingsskrivstovuni.
Tá Kristian Magnussen í oktober 1996 tók við sum landsstýrismaður, og tískil mátti leggja løgtingssessin frá sær, tók Ernst Hansen við tingsessinum umboðandi Verkamannafylkingina.
Ernst Hansen var tó ikki heilt ókunnugur við tingmannastarvið, tí hann hevur onkur skifti í 80?unum umboðað Javnaðarflokkin á tingi sum varamaður.
Ernst Hansen var 54 ára gamal nú hann doyði.