E. L. James - ella Erika Leonard, ið hennara rætta navn er - hevur starvast innan sjónvarp í nógv ár, men dreymurin hevur alla tíðina verið um at skriva bøkur.
Tá ið Twilight-bøkurnar um vampyrin Edward og unnustu hansara, Bellu, komu út, var E L James ein av teimum nógvu, sum skrivaðu sokallað fjepparafiktión um Twilight. Tað eru søgur, sum eru spunnar úr upprunasøguni Twilight.
Tí minna tey trý bindini í "Fifty Shades" røðini og Twilight røðin rættiliga nógv um hvørja aðra. Høvuðspersónarnir hava somu familjusambond, tey eru um sama aldur, og veðurlagið er tað sama.
Men tað, sum lítið verður tosað um í Twiligt, verður tess meira tosað um í "Fifty Shades" - nevniliga sex!
Tað kynsliga fyllur so at siga alla bókina - og søgan er grundað á, hvussu og hvat fyri kynsligt samband, tey bæði Anastasia Steel og Christian Grey skulu hava.
Sadomasochisma er afturgangandi, eftirsum stríðið í bókini er um, hvørt Anastasia skal góðtaka tey krøv, Christian hevur til hennara.
Lisið fyrr
Lesararnir hava í flestu førum verið sera positivir til bøkurnar. E L James hevur í samrøðum sagt frá, at kvinnur hava takkað henni fyri at bjarga teirra hjúnarbandi, og nógv vilja hava fleiri bøkur um Christian og Anastasiu.
Ummælarar hava ikki verið eins jaligir. Nógv vilja verða við, at hetta eru gamlar "Harlekin" novellir sum eru uppgrivnar og kryddaðar við sex. Ung fátøk genta hittir ríkan eldri mann, hevur man jú lisið fyrr.
Eitt, sum tó er víst er, at E. L. James ánaði ikki, tá søgurnar, hon skrivaði úti á internetinum, fóru at selja yvir 35 miljónir eintøk og at verða týddar til øll heimins mál.
Ein av orsøkunum til at bøkurnar eru vorðnar so væl dámdar kann vera, at tær eru skrivaðar í fyrsta persóni, og at tað er unga Anastasia, sum sigur frá. Hon nýtir ikki tað mál, ein ofta finnur í erotiskum bókmentum. Tað er eitt rættuliga "óskyldugt" málbrúk, har hon setur sína innaru gudinnu og sína undirvitsku upp ímóti hvørjum øðrum – skal, skal ikki!
Nú er greitt, at filmur verður gjørdur út frá bókunum, og nú er tosið um, hvør skal hava leiklutirnar sum Anastasia og Christian. At tað má verða eitt djarvt par, ið ikki hevur nakað ímóti at vísa seg naknan, er so í øllum førum heilt víst.