Eru Føroyar um at kvalast í fólkaræði?

Soleiðis spyr Sjúrður Skaale, sum í morgin gevur út bókini »Tá Jesus gjørdi nekaran hvítan«. Í hesum sambandi heldur hann fyrilestur í Miðlahúsinum í annaðkvøld klokkan 20.

Fyrilesturin kallar hann »Eru Føroyar um at kvalast í fólkaræði?«

Sjúrður Skaale sigur, at í vanligari talu eru »demokrati« altíð eitt positivt orð. Jú meira demokratiskt okkurt er, jú betri er tað.

Og politiska skipanin í Føroyum er øgiliga demokratisk. Valluttøkan er høg. VIt hava nógvar flokkar. Vítt er til veggja í øllum flokkum. Sperrumarkið er lágt. Vit hava óvanliga nógvar politikarar í mun til fólkatalið. Teinurin frá veljara til politikara er sera stuttur.

- Tað er alt samalt sera demokratiskt, men spurningurin er, um skipanin er ov demokratisk, heldur Sjúrður Skaale, sum spyr, um tað kann hugsast, at landsins politiska leiðsla er so veik og kaotisk, tí demokratiið er farið ov langt? spyr Sjúrður Skaale, sum altso heldur fyrilesturin í Miðlahúsinum í annaðkvøld, mikukvøldið 27. oktober klokkan 20.