Eru farin yvir 600 milliónir eftir reyv

Avgjald á útlendskar bilar, og útlendsk ferðafólk, sum koma til Føroya, er ein máti at útvega pengar upp á, heldur Landsverk

– Støðan stendur við og versnar!

Tað staðfestir Landsverk í eini nýggjari frágreiðing um arbeiðið hjá stovninum.

Landsverk vísir á, at bæði vegakervið og almennir bygningar standa fyri alvorligum forfalli og nú er støðan so ring skulu bara tær neyðugu ábøturnar gerast, skuldu 645 milliónir krónur verið brúktar til endamálið beinanvegin.

Játtanin, Landsverk fær á fíggjarlógini um árið, er bara 63 milliónir krónur, men skal játtanin vera nóg høg til at steðga forfallinum, og halda stand at halda almennur bygningarnar og vegakervið, er neyðugt at hækka hana upp í 122 milliónir krónur.

Sostatt er játtanin nú bara stívliga helvtin av tí, sum krevst fyri at forða fyri, at bygningar og vegakervið forfella.

Landsverk staðfestir, at skulu ábøtur gerast á vegakervið so at tað fæst í ein nøktandi stand, skulu 375 milliónir krónur brúkast til endamálið, afturat teirri vanligu játtanini.

Hetta eftirsleipið er 8,5 ferðir so stórt sum játtan til Landsverk er um árið. Í øðrum Norðurlondum er eftirsleipið 1,2 og 2,6 ferðir so stórt sum árliga rakstrarjáttanin.

– Sostatt  hava Føroyar upp í sjey ferðir størri eftirsleip enn tey londini, vit samanbera okkum við, sigur Landsverk

Landsverk metir, at fær stovnurin eini játtan, sum er 30 milliónir hægri enn í dag, ber til at halda stand.

Men Landsverk hevur eisini nøkur uppskot um, hvussu meiri peningur kann útvegast til at halda vegakervið og hvørt av hesum tiltøkum høvdu givið 30 milliónir meiri í inntøkum:

–  Eitt gjald upp á 6,20 fyri at koyra ígjøgnum fimm av tunlunum í landinum, ikki bara undirsjóvartunlunum.

 – Eitt gjald upp á 4,80 fyri at koyra eftir sjey av vegunum við mest ferðslu.

 – Hækka avgjaldið á brennievni 82 oyru fyri liturin.

– Hækka vegskattin 1.111 krónur fyri hvønn bil.

– Leggja 7.500 krónur í avgjaldi á hvønn útlendskan bil, sum kemur til landið.

– Leggja 260 krónur í avgjaldi, hvørja ferð ein útlendingur gistir eina nátt ú Føroyum.

– Hækka ferðafólkaavgjaldið 187 krónur fyri hvørt ferðafólk.

– Leggja 875 krónur um dagin í avgjaldi á leigubilar.

Landsverk ásannar kortini, at summi av hesum uppskotum eru óhugsandi, eitt nú at lata útlendsk ferðafólk rinda alla rokningina. Tí heldur hann, at ein veruleikakendari loysn er ein samantvinnað loysn, har avgjaldið á brennievni hækkar 25 oyru liturin, har vegskattin hækkar 500 krónur um árið fyri hvønn bil, har 100 krónur verða lagdar í avgjaldi á allar útlendskar bilar, sum koma til Føroyar og har ferðafólkaavgjaldið hækkar 50 krónur fyri hvørt ferðafólk.

Men tann einfaldasta loysnin er at hækka avgjaldið á brennievni 50 oyru liturin og at hækka vegskattin 500 krónur fyri hvønn bil um árið.

– Við at seta hetta í verk høvdu vit framhaldandi havt eitt bæði væl rikið og væl hildið landsvegakervi, sigur Landsverk.